Bíligar lestrar íbúður!
Hækka botnfrádráttin!
Barnakekk til barnafamiljurnar!

Okkara google umhvørvið

2012-11-08 22:50

Fólk hava tikið væl í móti ætlanini um at gera Google-umhvørvi í Tórshavn. Fleiri fýsnir og framskygdir íverksetarar hava skrivað til mín á Facebook, tí teir vilja vita meir um ætlanina. Hvat snýr umhvørvi seg um? Hvussu kemur hetta at virka? Whats in it for me?

Fari við hesum at greiða frá, hvussu Google-umhvørvi kemur at gagna framskygdu borgarunum í Tórshavnar kommunu.


Okkara egna

Fleiri hava samanborið okkara Google-umhvørvi við íverksetarahúsið í Klaksvík. Tað er kanska ikki so løgið, tí tað snýr seg í báðum førum um, hvussu fáa vit sum best burtur úr kreativa borgaranum. Tað skal undirstrikast beinanvegin, at okkara Google-umhvørvi hevur einki við Íverksetarahúsið í Klaksvík at gera. 

Fyri tað fyrsta, so er Íverksetarhúsið á fíggjarlógini. Tað er okkara ikki. Tað skal tað heldur ikki vera. 

Fyri tað næsta. Íverksetarahúsið verður nýtt sum leiðbeiningarhús, har íverksetarar kunnu søkja um hjálp. Til taks eru Rani Nolsøe og onnur, ið vegleiða íverksetarunum í, hvussu teir kunnu menna konsept, koma á marknaðin, gera fíggjarætlan osfr.

 

Hvussu kemur tað at virka?

Okkara Google-umhvørvi hevur einki við leiðbeining at gera. Tað er ein bygningur, har fýsnir og framskygdir íverksetarar kunnu leiga stól og borð fyri lítið og lætt. Íroknað í leiguni er internet, prentari, atgongd til fundarhølir, umfram felags kantina.

Fyrimunurin við Google-umhvørvinum er, at teldusniðgevar, forritarar ella smærri fyritøkur kunnu gagnnýta vitanina hjá hvørjum øðrum. Um teldusniðgevin hevur tørv á forritan, ella um forritarar hava tørv á teldusniðgevum, kunnu teir hjálpa hvørjum øðrum. Tað kann eisini vera, at smáu fyritøkurnar liggja inni við konseptum, sum tær ikki megna at gera tekniskt, men við góðari hjálp frá forritarum og teldusniðgevum kann ætlanin veruleikagerast. 

Google-umhvørvi byggir sostatt á vitanina hjá einstaka íverksetaranum. Byggir á tvørfakligt samstarv.


Knýta Setrið til Google

Tað er harafturat vert at nevna, at Fróðskaparsetrið bjóðar útbúgvingar í KT. Har lesa og arbeiða ørgrynna av fýsnum og framskygdum unglingum. Hetta er gylt høvi hjá Tórshavnar kommunu at skapa karmar. At samantvinna KT útbúgvingina við vinnulívið í Tórshavn. At skapa eitt Google-umhvørvi, har útbúgving og vinna spretta í felag. Hetta er ikki nøkur dýr loysn, tí Tórshavnar kommunu eigur fleiri bygningar. Ítøkiliga skal Google-umhvørvi vera í gula (nýggja) bygninginum við Kommunuskúlan. Tað eru tvinnar orsøkir til tess:

1. Google-umhvørvi skal liggja so tætt at kommunuskúlanum sum møguligt, tí hann verður umvældur til lestraríbúðir. Dynamikkurin í høvuðsstaðnum skal savnast í sama stað.

2. Google-umhvørvi verður í framtíðini hjartað í høvuðsstaðnum. Har vinnan, ungdómurin og skapanargleðin fær møguleikan at spretta.

Tað er mín ætlan við Google-umhvørvinum. Mín ætlan við Tórshavnar kommunu. Íverksetarar vísa vegin, men er tað ikki uppá tíðina, at vit fáa eina kommunu, ið “matchar” framskygni hjá íverksetarunum?

Sum gevur okkum eitt Google-umhvørvi?


Rói B. Poulsen

Kommunuvalevni hjá fólkaflokkinum