Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Ójavnstøða millum róðrarfeløg?

2012-10-20 02:48

Soleiðis hevur tað altíð verið, at eitt og sama róðrarfelag hevur staðið fyri Ólavsøkukappróðurinum og sostatt fingið allar inntøkurnar. Hini róðrarfeløgini hava úrslitaleyst roynt í fleiri ár, at sleppa upp í part.


Á bygd hava tey í áratíggju haft eina solidariska rotatiónsskipan, har bygdirnar skiftast um at skipa fyri stevnunum.

Sum valevnið fyri Javnaðarflokkin fari eg sjálvandi, at arbeiða fyri javnstøðu, eisini millum ítróttarfeløg.

Hetta málið er viðkvæmt og hevur røtur langt aftur í tíðina. Viðhvørt má man eftirhyggja skipanunum og og spyrja, hví man ger sum man ger, og ikki bara gera tingini, tí soleiðis plagar man at gera!

Tí skal málið kannast væl og virðiliga, og um talan veruliga er um ójavnrætt, fari eg at taka hettar málið upp á beinanvegin, so vit fáa eina skjóta loysn, vónandi longu komandi Ólavsøku.

Um tað blívur ein árlig rotatiónsskipan sum úti á bygd, ella um feløgini skula samstarva um Ólavsøkuna, tað er ein knútur sum kommunan og Tórshavnar Ítróttarráð, sum varða av Ólavsøkuni, saman við feløgunum skula loysa.

Javnrættur er eingin sjálvfylgja, hann skal veljast!

Bjørg Dam
Les fleiri greinar á http://bjorgdam.blogspot.com