Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Elsa Berg, valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu.

Óhefta og ókeypis vegleiðing til orkuskiftið í húsum

2020-10-18 15:34

Ivin um bestu loysnina í mun til orkuskiftið heldur fólki aftur við at leggja um til varandi orku og at bjálva húsini. Tað er tí tørvur á eini óheftari og ókeypis ráðgeving, sum borgarar og fyritøkur kunnu taka av, fyri at seta ferð á og leggja lunnar undir eitt væleydnað orkuskifti.

Upphiting av bygningum og húsum stendur fyri einum stórum parti av útlátinum í Tórshavnar kommunu. Haraftrat fara Føroyar at framleiða munandi meira av varandi orku næstu árini, og leggja hús og brúkarar ikki um til el, kann úrslitið verða, at partur av elframleiðsluni fer til spillis. Tað er tí sera umráðandi, at kommunan virkar fyri at fáa ferð á umleggingina og ger tað lætt og ómakaleyst at leggja um til varandi orku og orkusparing. Hesum vil eg virka fyri.

Elsa Berg,
valevni fyri Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu