Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Nývinna, øll vinna!

2015-08-27 15:57

Okkara ítøkiliga átøk innan íverkseting og nývinnu er, at íverksetarar kunnu seta á stovn serligt Íverksetarafelag fyri 1 kr, sum verður frítikið skatti í 2 ár. Umframt tað, skula vinnufyritøkur kunnu draga helmingin av íverksetanaríløguni av í skatti.

Nógv góð fyridømi eru um íverksetar, ið gagnnýta okkara serstaka tilfeingi. Matvinnan blómar og eitt nú Kirkjubøgarðurin gongur fremstur við at virðisøkja kjøtið og borðreiða í serligu hugnaligu og søguligu kørmunum í roykstovuni. Norðlýsið og tónleikavinnan nýta m.a. grottur sum katedralar at hava konsertir í. Hvør veit um klintring í okkara brøttu homrum og fuglabjørgum fer at verða næsta ferðafólkaattraksjónin?

Vit skula verða betri at gagnnýta og virðisøkja alt okkara tilfeingi, og skapa betri marknaðaratgongd uttanlands. Vit skulu hava eitt vinnulív, har øll sleppa framat.

Bjørg Dam, kvinna fyri C

áhugað, les meir á  http://bjorgdam.blogspot.com