Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Nýtt fróðskaparsetur við Marknagil

2012-11-06 22:38

Fróskaparsetur Føroya fekk í 1990 frá Tórshavnar kommunu, eitt øki til at brúka sum byggilendi. Økið er 50 tús. fermetrar til støddar, við góðum sløttum lendi, vøkrum umhvørvi og frálíkum útsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð.

 

Lestrarumhvørvið er ov spjatt

Menning, royndir, samstarv og sosial tiltøk eru neyðug fyri at skapa eitt gott lesrtarumhvørvi. Tað hevði bøtt nógv um viðurskiftini, at allar hægri útbúgvingar vóru savnaðar í einum nýggjum og tíðarhóskandi setri í høvuðsstaðnum.               

 

Vitin við Marknagil

Setursskrivstovan útskrivaði í 2001 eina innanhýsis kapping til eitt nýtt setur. Viðkomandi sum vann kappingina, hevur givið mær loyvi til at brúka úr hesum tilfarið og fari eg heilt stutt at lýsa tað góða hugskotið.

"Hugskotið "Vitin" hóskar væl til eitt lærdóms og- vitanarsetur og tann arkitektoniski  parturin av hugskotinum er gjørdur við íblástri frá skapi og virknaði hjá einum vita. Grundøkið hevur skap sum ein hálvhosa og er í ein útsynning/sunnan úr Vallaraheiminum við Hotel Føroyar. Í stórum er grundøkið býtt upp í tveir slættar har meginparturin av ovara slættanum er hugsaður sum parkeringsøki. Bygningurin hevur eitt miðhús (vitatornið) og fýra lonir, har hvør lonin hevur 2-3 hús við 2-4 hæddum. Miðhúsið hevur flatskap sum ein sekshyrningur, sum minnir um tað runda skapið ein viti vanliga hevur. Miðhúsið skal stinga upp um lonirnar, og ovast er hugsa at hava glasstovur og balkongir sum geva brá av toppinum av einum vitatorni, har ljóskastarnir eru. Tær fýra lonirnar peika út frá miðhúsinum eins og geislar frá eini ljóskeldu og hava litanøvn."

  

Tórshavn sum altjóða lestrarbýur

Land og kommuna eiga í felag at leggja lunnar undir ein nýggjan setursdepil.

Landið átti at bjóða út vinnufremjandi og hægri útbúgvingar innan tónleik og list.

Fleiri lestrartiboð og eitt spennand lestrarumhvørvi hevði økt munandi um áhugan at útbúgva seg. Hetta hevði stuðlað upp undir at Tórshavn gjørdist ein altjóða lestrarbýur- landi og fólki at gagni.

 

Rógvi á Rógvu

Valevni hjá Tjóðveldi