Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nýggja Elisheimið skal ikki útsetast

2020-09-12 19:54

Tann 31 august í ár, fór freistin at gera viðmerkingar til kommunuætlanina sum hevur ligið til hoyringar sum er heilar 188 síður.

Hon nevnir ein eldradepil í Kollafirði á síðu 184. Útfrá hesum havi eg spurt meg fyri hjá umsitingini hvar hetta mál liggur. Herfrá fæst vitan um at tað er ongin býráðssamtykt til málið og talan er bara um eina ætlan, ið var latin eldranevndini í sept. í 2017. Hon var soljóðandi:

Eldradepil í Kollafirði 2024-2025

- At bygdur verður eldradepil við umleið 24-30 plássum blandað røktarbúpláss, stutttíðarpláss og røktaríbúðir saman við dagtilhaldi og venjingarumstøðum.

Við atliti at tørvinum á størri røktarbygging í høvuðsstaðarøkinum, verður mett, at eldradepilin í Kollafirði verður raðfestur at taka í nýtslu um 7-8 ár.

- At heita á byggi- og býarskipanarnevndina um at ávísa hóskandi grundøki til at byggja á.

Ein langtíðarætlan er gjørd har 1 mió kr. eru settar av í 2021 til projektering og 10 mió kr. í 2022.

Hetta merkir at sitandi samgongd hevur útsett ætlanini at gera nýtt ellis og røktarheim í Kollafirði.

Hósdagin 10 sept. 2020 stendur at lesa á in.fo frá Anniku Olsen borgarstjóra, at hon gleðist um góðu gongdina við at byggja nýggjan eldradepil uppi í Hoyvík. Hetta var sett í verk í fjørð og við hesi gongd, gerst depilin liðugt í ár.

Hetta í sær sjálvum sigur nóg mikið hvar ellisheimið í Kollafirði í verðuleikan liggur hjá kommununi.

At kollfirðingar eisini gerast eldri eigur ikki at kløkkað kommununa. Tørvurin á einum røttum ellisheimið við virðiligum og nútíðar umstøðum veksur bara fyri hvøja løtu sum gongur.

Samanbera vit orðingina frá kommunuætlanini og hvussu tað annars verður arbeitt á økinum aðrastaðnis í kommununi – so hongur hetta ikki saman.

Eg haldi ikki at vit kunna bjóða okkara eldru borgarum í Kollafirði hesa viðferð longur – Vit skula seta eldrasambýlið á skrá longu í komandi kommunusetan.

Øll vilja verða heima sum longst. Okkara eldru hava arbeitt fyri seg, so vit í dag kunna hava tað nútíðarsamfelagið vit hava.

 

Dupultmoralst er løtan at bíða:
Samfelagið nýtir í millióna upphæddum, at upplýsa okkum at liva sunnari, hvussu vit kunna halda eina góða heilsu fyri at liva longri. Herfyri var eitt heilt ár útnevnt sum altjóða heilsuár. Tað hevur ongantíð verði størri dentur lagdur á lívsstíl og heilsu, eta sunt og hava nøktandi kroppsliga rørslu dagliga. Eg hugsi at man kundi spurt til hvat ? Hvat er at gleða seg til ?

 

Dugnalig starvsfólk:
Eg haldi at starvsfólkini vit hava innan eldraøkið eru heilt einastandandi.
Tey hava sovorðnan stoltleika yvir sínum ábyrgdarøkið sær, tað er fyrimyndarligt. Tey gera alt sum tey eru ment fyri at okkara eldru skula kenna seg so væl sum tilber. Eisini eru tey ambitiøs og finna uppá ymiskt sum heldur tey upptikin, heilt fantastiskt. Tey renna sum fluga í fløsku. Men tey renna seg upp ímóti sama múrinum óansæð í hvørja ætt tey royna at fara. Eini sethús nøkta ikki tørvin eitt ellisheim krevur.

 

Niðurstøðan:
Støðan á eldraøkinum er als ikki betra síðan økið bleiv lagt út til kommunurnar. Hetta er tó ikki orsøk til, at umstøðurinar ikki eru nøktandi í Kollafirði. Okkara eldru borgarar og dugnaligu starvsfólkini húsast í einum sethúsum ið hvørki eru gjørd ella staðsett í eitt hóskandi umhvørvið.
Ein av avleiðingunum er at man ikki hevur eitt wc til hvørt búðfólk. Í 2020 kann man ikki bjóða borgarum ikki at hava egið wc.

At verða heima sum longt, vísa allar kanningar verða best. Fyri tey ið verða noydd at flyta úr egnum heimið, er tað av alstórum týdningi, at møguleikin gerst í nærumhvørvinum.
Økið á Miðgerði gevur útsýn yvir størsta partin av Kollafirði, og tað vil gera at tey kenna seg aftur undir øllum umstøðum og kann stimbra teirra førleikar.

Vit muga fáa nútíðmans umstøður til okkara eldru, soleiðis at starvsfólkini fáa veitt teimum tað tænastu tey hava tørv á. Hetta eigur ikki at verða ein spurningur. Okkara eldru hava langt síðan goldið fyri hetta. Okkara uppgáva er nú, at fáa hetta gjørt.

Grein á in.fo hósdagin 10-sept.2020: https://www.in.fo/…/storar-utbyggingar-a-eldraoekinum-i-ha…/
Kommunuætlanin: 
https://www.torshavn.fo/get.file?ID=3802

 

Set X við Bergur R Dam Jensen á lista C til Tòrshavnar Býrað

Fylg mær á míni valsíðu á facebook – les greinar – sí myndir og LIVE innsløg – set spurning

 Facebook síðan eitur: Bergur Robert Dam Jensen í Tórshavnar Býráð 10 nov. 2020