NÝGGJ FØROYSK BÍBLIUTÝÐING - væntandi í nærmastu framtíð!

2020-11-26 10:30

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - gjaranes@gmail.com- Tlf: +298 228314

Skrivað: pjd, Glyvrar 18.11.2020

____________________________________________________________________________________________________

NÝGGJ FØROYSK BÍBLIUTÝÐING
- væntandi í nærmastu framtíð!

Tað eru nú fleiri ár gingin síðani ein tvørsamkomulig nevnd, við tásitandi biskupi, Hans Jacob Joensen á odda, fór undir eina nýggja føroyska týðing av bíbliuni.

Ein nevnd varð sett, har umboð úr fleiri samkomum eru við, hetta tí, at man ynskti, at nýggja bíbliutýðingin skal verða ein sokallað offisiell bíbliutýðing í føroysku fólkakirkjuni.

Miða verður ímóti, at nýggja bíbliutýðingin verður á marknaðinum um eini trý ár. Í brævi frá Føroyska Bíbliufelagnum, sum í hesum døgum er sent út, verður sagt, at Fróðskaparsetur Føroya, Gudfrøðingar og onnur leggja í hesum døgum seinastu hond á arbeiði við nýggju útgávuni av nýggju bíbliutýðingini. Tá nevnda bíbliutýðing er givin út, er ætlanin at hon skal hava løggilding, sum eisini merkir, at hon kemur afturat bíbliutýðingini hjá Dahl/Viderø.

Hans Jacob Joensen, fyrrverandi Biskupur, hevur staðið fyri týðingini av bæði Gamla og Nýggja Testamenti í samstarvi við tvørsamkomuligu nevndina. Hann hevur tó ikki týtt sálmarnar, sum fyrrverandi presturin í Vága prestagjaldið, Dávid Johannesen, hevur havt um hendi at týða.

Í brævi, sum bíbliufelagið hevur sent út í hesum døgum, verður heitt á fólk um at stuðla útgávuni av nýggju bíbliutýðingini. Konta í Bank Nordic.

STOVNAÐ 2012: Føroyska Bíbliufelagið varð stovnað í 2012. Í stýrinum fyri felagið sita limir úr flestu fríkirkjum í Føroyum. Føroyska Bíbliufelagið hevur nógv jørn í eldinum. Fyri trimum árum síðani gav felagið út Nýggja Testamenti undir heitinum NÝGGI SÁTTMÁLIN, sum er ein lættlesilig týðing tillagað føroyska gerandismálinum í dag. Hon varð prenta í 3000 eintøkum, og sølan hevur gingið avbera væl.

Føroyska Bíbliufelagið hevur seinastu árini givið út tvær barnabøkur. Onnur eitur GUDS UNDURFULLA ORÐ og hin eitur MELDURBÍBLIAN. Eisini hevur felagið givið út barnabíbliuna, BÍBLIA TIL ØLL BØRN.

Forseti í Føroyska Bíbliufelagnum er Jógvan Fríðriksson, Biskupur og aðalskrivari er Gunnar K. Nattestad.

FÝRA BÍBLIUTÝÐINGAR: Tá henda nýggja bíbliutýðingin hjá Hans Jacob Joensen er komin út, tá eru fýra bíbliutýðingar á móðurmálinum. Tann fyrsta bíbliutýðingin kom út í 1949, sum var týðingin hjá Victor Danielsen, og í 1961 kom bíbliutýðingin hjá Dahl/Viderø.

Ein yngri maður úr Rituvík, Sjúrður Højgaard, hevur eisini roynt seg sum bíbliutýðara. Hann setti sær fyri, einsamallur at týða eina føroyska bíbliutýðing frá ensku løggildigu King James týðingini. Hendan bíbliutýðingin kom út í 2015.