Nullhugsjón innan happing í fólkaskúlanum

2019-02-13 14:50

Vit hava áður havt trivnaðarkanningar á skúlaøkinum, og er hetta sera skilagott. Tá frágreiðingarnar fyriliggja, er nógv áhugavert at fáa eyga á. Millum annað hevur tað víst seg, at tað er munur á, hvussu góður trivnaðurin er á ymisku skúlunum. Almenningurin hevur tó ikki fingið innlit í, hvørjir skúlar standa seg best á økinum. Hetta er óheppið, tí her liggur ein vitan, ið allir fólkaskúlar kundu notið gott av. Um tað varð almannakunngjørt, hvørjir skúlar skara framúr innan trivnaðarøkið kundu aðrir skúlar fingið góð ráð frá hesum skúlum. Hetta krevur tó, at orka verður sett av til at úrmælsskúlarnir kundu havt skeið ella fyrilestrar fyri øðrum skúlum, sum síðani kundu fingið góð hugskot til, hvussu teir kunnu betra seg á trivnaðarøkinum.

Vit eiga at stremba eftir eini null hugsjón innan happing í fólkaskúlanum. Í hesum arbeiði eiga skúlarnir at fáa alla ta vitan, teir kunnu fáa hendur á. Tí áttu úrmælsskúlarnir at verði kunngjørdir, og skipan átti at verði sett í verk, so teirra góðu royndir kundu komið øðrum skúlum til góðar.

Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin