Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Nú má løgmaður traðka í karakter

2021-11-19 22:37

Í eitt hálvt ár hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, máa støði undan okkara felags innsats móti Corona, sum vit ikki megna at basa, uttan so at vit lyfta uppgávuna í felag.

29. mai 2021 segði Jenis av Rana við Vágaportalin, at hann ikki fór at lata seg koppseta seg fyri korona, hóast landsstýrið og farsóttarnevndin ferð eftir ferð hava lagt áherðslu á, hvussu týdningarmikil júst koppsetingin er fyri at avmarka smittuna, soleiðis at vit verja tey eldru og tey sjúku, soleiðis at færri gerast álvarsliga sjúk og fyri at bjarga mannalív.

Var støðan hjá honum persónlig burturav, síggi eg onga góða orsøk hjá honum at melda út, at hann ikki fer at lata seg koppseta. Útsøgnin var uttan iva politisk, og svaraði hann sum landsstýrismaður, og ikki sum privatpersónur. Og við hesu útsøgn hevur Jenis av Rana verið við til at sáað ein iva um koppsetingina fyri Covid-19, og gingið beint móti tilmælini hjá landsstýrinum.

Fyri júst einum mánaða síðani setti undirritaði Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, ein munnligan fyrispurning, um, hvørt vantandi koppseting var orsøkin til, at hann ikki luttók á einum arktiskum ráðharrafundi í Reykjavík í Mai, og á Arctic Circle 2021, ið var hildið í Oktober. Tá var ein koppsetingarváttan fyri COVID-19 treyt fyri at sleppa beint inn til landið uttan skula í sóttarhald. Harumframt var spurt, um vantandi koppseting hevði darvað arbeiði hjá landsstýrismanninum, og um landsstýrismaðurin var førur fyri at røkja tær uppgávur, ið embætið sum landsstýrismaður í uttanríkismálum krevur, tá ið hann ikki er koppsettur fyri COVID-19.

Tá svaraði landsstýrismaðurin, at vantandi koppseting ikki var orsøkin til, at hann var setstur aftur frá at luttaka, og at hann var fult førur fyri røkja sítt embæti sum landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Tá ið fyrstu koppsetingarnar komu til Føroya, strongdi føroyska uttanríkistænastan á fyri at fáa fatur á koppsetingarevni til teirra sendifólk. Tí er tað undrunarvert, at landsstýrismaðurin ikki hevur henda sama tørv sum uttanríkistænastan, sum eru undir hansara umsiting.

Men Dimmalætting hevur síðani fingið alment innlit í samskifti millum Íslendsku sendikvinnuna og stjóran í Arctic Circle, har upplýst verður, landsstýrismaðurin hevur avlýst ferðina, vegna sóttarhaldsreglurnar. Eitt annað samskifti vísir, at tað var av persónligum ávum. Tað er heilt einfalt ikki til at vita sum nú er, hvat er rætt og ikki.

Men almenna innlitið hevur víst, at tað er møguligt, at landsstýrismaðurin hevur svarað ósatt til munnliga fyrispurningin hjá undirritaða, sum sambært Løgtingslóg nr. 90 frá 4. juni 1996 um ábyrgd landsstýrisins er revsivert.

Í §5. Stk. 1-2 í Løgtingslóg nr. 90 frá 4. juni 1996 um ábyrgd landsstýrisins stendur at:

§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.

Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

Fyri trimum vikum síðani var landsstýrismaðurin í brúdleypi hjá partamanni sínum á tingið, har tað tíanverri var staðfest eitt stórt smittuútbrot. Beint eftir brúdleypi fór landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum til Danmarkar, har Norðurlandaráðið hevði fund í Fólkatinginum. Við ikki at fara í sóttarhald, hevur hann møguliga sett eina rúgvu av norðurlendskum politikarum í smittuvanda. Tað er álvarsligt, og slíkur atburður eigur ikki at góðtakast undir nøkrum umstøðum.

Fyrradagin tann 17. November var Jenis av Rana í útvarpsstovuni hjá Kringvarpinum, har hann enn einaferð sáddi iva um koppseting, og enn einaferð gongur beint móti tilmælunum og boðskapinum, sum landsstýrið annars stendur saman um. Tað er eftirhondini eyðmýkjandi, hvussu Jenis av Rana koyrir í sjálvdrátti, meðan Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, stendur púra máttleysur og sær ikki annað fyri enn at lata landsstýrismannin, sum annars er undir løgmanni, at gera og siga sum honum lystir.

Øll hava rætt til at velja koppsetingina frá. Tað stendur øllum frítt at koppseta seg, ella lata vera. Men hjá Jenis av Rana, í sínum embæti sum landsstýrismaður, er støðan serstøk. Fyri tað fyrsta, er tað ein fortreyt fyri at hann kann røkja sítt starv ótarnað og á fullgóðan hátt. Fyri tað næsta, so hevur hann sum politikari og útbúgvin lækni, eina ábyrgd yvirfyri fólkinum. Í hesum førum er ikki ein “privatur” og ein “almennur” Jenis av Rana. Hann er ein og sami persónur. Hann hevur stóra ávirkan, og tað sum hann sigur, ber við sær avleiðingar.

Jenis av Rana máar støðið undan felags innsatsinum móti Corona. Hann máar støðið undan autoritetinum hjá løgmanni, integritetinum hjá landsstýrinum, og álitið hjá fólkinum á politisku skipanina í sínari heild. Fyri ikki at gloyma at landsstýrismaðurin møguliga hevur sett fólk í beinleiðis smittuvanda.

Harafturat, so er støðan hjá landsstýrismanninum umráðandi, ið mun til hvussu mann skal tulka og meta um hansara atburð og útsagnir seinastu 6 mánaðarnar, og um tað kann ella átti at fingið avleiðingar.

Støðan er ikki til at liva við, og hevur ikki verið tað í fleiri mánaðir.

Tíðin er komin til, at Jenis av Rana tónar reint flagg, og fortelur sannleikan sum hann er. Hann kann ikki ríða á tveimum hestum longur. Hann leggur sjálvur upp til tær illgitingarnar, sum ganga millum fólk, og sum bróta niður álitið á politisku skipanina og landsstýrið.

Ger hann ikki tað, so er tíðin væl og virðiliga komin til, at okkara Løgmaður tekur um endan, og syrgir fyri at hansara atburður og útsagnir fáa avleiðingar. Er hann nóg sterkur til at gera tað, kann mann tó loyva sær at ivast í.

Men um løgmaður ikki hevur styrkina til at traðka í karakter, og fáa skil á sínum eftirhondini landsskaðiliga landsstýrismanni, síggi eg ongan annan útveg enn at kanna møguleikarnar fyri at fylgja hesum upp, antin politiskt ella rættarliga.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður