Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nú má bundinskapurin at olju veruliga minkast

2021-06-07 12:21

Tíðindi bórust í vikuni um, at altjóða búskapurin av álvara er farin at vaksa aftur, nú koronukreppan er farin at hæsa av.

Hetta er sum vera man góð tíðindi fyri inntøkusíðuna hjá føroyska handilsjavnanum, og vit kunnu vænta okkum størri eftirspurning og betri prísir komandi tíðina.

Vit hava annars frætt frá Hagstovuni, at yvir eitt-áraskeiðið, frá apríl 2020 til mars 2021, er útflutningurin minkaður við 1,5 millard, harav laksaútflutningurin er minkaður við góðari hálvari milliard. Ørandi upphæddir!

Baksíðan av medaljuni er tó, at búskaparvøksturin eisini trýstir prísin á olju upp. Ein høvuðsorsøk til, at handilsjavnaundirskotið hjá Føroyum ikki hevur vaksið seg ovurstórt, er júst tí, at oljuprísirnir eru lækkaðir. Føroyar fluttu eitt-áraskeiðið frá apríl 2020 til mars 2021 fyri 338 mió.kr. minni av brennievni o.t.

Hetta hevur partvíst við minkandi nýtslu at gera, men í høvuðsheitum við lækkandi prísir.

Hetta er ein góð gongd, men nú er ævintýrið av.

Heldur kunnu vit vænta okkum hækkandi oljuprísir.

Jan Müller frá oljan.fo, nevnir í áhugaverdari grein “Oljuprísur 70 dollarar - eftirspurningurin vaksandi”, frá 2021-06-02, at oljugoymslurnar væntandi fara at minka skjótari enn væntað í seinnu helvt av 2021. Saman við øktum eftirspurningin, kann hetta fara at hækka prísin munandi.

Oljuframleiðslan á einum vegamóti

Eisini eigur søguligi dómurin móti niðurlendska oljurisanum Royal Dutch Shell, ið er dømt at minka sítt útlát niður í helvt áðrenn 2020, at fáa okkum at umhugsa okkara bundinskap at oljuni.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, heldur, at vit eiga at síggja tíðina ann, tí niðurlendski dómurin frá økisdómstólinum í Haag ikki er endaligur. Hetta ljóðar kanska skilagott, men veruleikin er tann, at oljuframleiðsla helst er á veg inn í eina sera turbulenta tíð, har trýstið móti oljuframleiðarunum kanska kann gerast eirindaleyst.

Nú koronukreppan er í minking, fer klimakreppan aftur at fáa munandi størri ræsarúm í miðlunum og tilvitskuni hjá fólki.

“Vit síggja eina broyting frá stigmatisering til kriminalisering av oljufeløgum fyri at gera íløgur í oljuframleiðslu", siterar Jan Müller, Bob McNally, ráðgeva hjá Rapidan Energy Group.

Vit eiga sjálvandi ikki at gerast óttafull, men at ásanna, at vit helst eru væl á veg inn í ein heim, har olja ikki longur kann vera berandi orkukelda.

Hetta er ikki nakað, vit vita við vissu, men heldur enn at stinga høvdið í sandin, hevði verið skilabetri, um føroyingar vóru meira proaktivir ella upp á forkant og royndu at koma skjótari fram á grønu leiðina.

Tað er heilt einfalt ov váðamikið at halda fram at dúva upp á olju, bæði fyri framleiðslukostnaðin, handilsjavnan og - ikki minst - umdømið hjá Føroyum.

Ein føroysk oljuframleiðsla er neyvan heldur realistiskt við verandi gongd.

Grøn orka er ein møguleiki fyri Føroyar

Vit eiga at síggja orkuskiftið sum ein møguleika heldur enn ein trupulleika.

Íløgur í grøna tøkni skapa nýggja vitan, nýggj vitanartung arbeiðspláss og møguleika hjá eini rúgvu av undirveitarum at gera seg galdandi.

Uttan iva kunnu føroyingar eisini verða við í fremstu røð viðvíkjandi gransking og nýmenning innan grøna orku.

Og so skulu vit ikki gloyma, at vit sum tilfeingisframleiðari og ferðavinnuland eiga at gera sum mest burtur úr av branda ella marknaðarføra Føroyar sum eitt grønt samfelag.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin