Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Okkara Bústaðir, okkara val

2015-08-25 13:49

Bústaðir, hvørs endamál er at veita øllum ein bústað, hevur uml. 1900 limir sum ynskja bústað í Havn.

 Stórsti bólkurin eru ung millum 20 og 30 ár. 

Bústaðir hevur higartil einans veitt 28 íbúðir í Havn, harav 4 íbúðir, sum kosta undir 5.500 kr. um mánaðin. 

Bústaðir er besta amboð hjá landinum at veita lestrar- og ungdóms íbúðir og íbúðir til eitt nú støk, sum hava ilt við at fíggja bústað við einari inntøku. 

Bústaðir og farandi samgonga hava tó higartil raðfest hægri at byggja marglætisíbúðir niðrið við Skansan, heldur enn at loysa nakrar av størstu trupulleikunum í okkara samfelag.

Tá eg komi á ting skulu raðfestingarnar hjá okkara Bústøðum broytast grundleggjandi. Tað skula byggjast lestrar- og ungdómsíbúðir og íbúðir, sum ein við meðal inntøku og ein pensjonistur klárar at rinda fyri. 


Vel ein sterkan Javnaðarflokk á Ting. 

Bjørg Dam 

http://bjorgdam.blogspot.com