Nú fer KVF ov langt – skuldsetur okkum fyri at kopiera!

2017-11-16 20:54

Almenna Kringvarpið hevur luttikið í spurnarkanning, har spurt varð, hvør hevði kopiera hvønn.

Tað er einki galið við slíkari kanningin, men tá almenna KVF tekur lut og atkvøður fyri, at vit hava kopierað, tá gerst tað álvarsamt. Hvat er endamálið? Er tað góð public service?

Fyri at rudda allan iva burtur, byrjaðu vit uppá Hertak Føroyar í februar 2014 í táverandi íbúðini hjá mær í Dýrindalsgøtu. Fyrsta tekningin lá longu úti á instagram í juni 2014 (sí myndir)

Tað skal sigast, at vit hava ikki fingið stuðul, men goldið hvørt oyra sjálvir. Tað er gleðiligt, at fleiri spøl koma út, men vit vilja ikki verða hongdir út av KVF og skuldsettir fyri at hava kopierað. Serliga ikki, tá vit hava arbeitt við verkætlanini í fleiri ár.

Tí er tað ikki meir enn rímiligt, at almenna KVF tekur orðini til sín aftur og kemur við umbering!