Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Nólsoyingar hava fingið nokk!!!

2021-04-14 07:41

 Nólsoyingar krevja at fáa Ternuna aftur í fasta sigling, tá hon er liðug!!!

Hvat gevur sandoyingum og norðoyingum betri rætt til at fáa/læna Ternuna enn nólsoyingar? Hvønn tungan og stóran farm hava tey, sum vit ikki hava? Og hví skula vit í Nólsoy blíva við at svíða fyri hinum? Er tað ikki okkara túrur til at verða tikin framum nú, bara fyri eina fer skyld, aftaná ein harðan og tungan vetur? Kunna sandoyingar og norðoyingar ikki verða “offur” nú eina løtu? Nólsoyingar hava offra seg nokk! Nú haldi eg tíðin er komin til at nólsoyingar, og vit sum her búgva, eisini fáa eina virðuliga viðger frá landsins myndugleikum!!!

Eg haldi, eg kann siga, at eg útalið meg fyri allar nólsoyingar, tá eg sigi: NÚ ER NOKK!!!

Anja Hartmann Wardum