Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Nólsoyarferjan nærkast!

2013-01-24 04:13

Nú røkist fyri at verkætlanin at dagføra og tryggja farleiðina til Nólsoyar loksins verður veruleiki.

Á fíggjarlógini 2013 eru 7,5 mió. kr. settar til at projektera ferjuna. Síðani eru í ætlanini 22,5 mió. í 2014 og 20 mió. í 2015. Hetta gevur arbeiðsbólkinum vón um, at byrjað verður at byggja nýggju nólsoyarferjuna móti vári ella tíðliga í summar.

Spennandi verður nú at síggja í hvønn mun skitsuprojektið er grundarlag undir nýggju ferjuni og í hvønn mun samskifti við fakfólk og brúkarar, leiðir okkum fram til bestu loysnina.

Sjálvsagt kunnu vit stúra, at bert 50 milliónir eru til verkætlanina, men vit eiga eisini at hava í huga at tilgongdin hevur verið drúgv og skitsuprojektið hevur kostað sítt. Tí samsvarar upphæddin vónandi tað ætlan løgd hevur verið fram og er í samsvari við loysnir, ymsu fakfólkini helst hava spælt sær við meðan bíðað hevur verið eftir politiska leikinum.

At tryggja opinleika og ávegis samskifti bjóðar arbeiðsbólkurin seg sjálvsagt fram at hjálpa til at skipa almennar fundir og eisini at møta á fundi við landsstýrisfólk, løgtingsfólk, veitarar og onnur, ið á einhvønn hátt kunnu hugsast at seta fingramerki á bestu loysnina.

Hugaligt hevði verið um Strandfaraskip Landsins skipaði eina undirsíðu á www.ssl.fo, har til bar at fylgja gongdini. Um tíðarásetingin var sett út í kortið og SSL síðani javnan dagførdi heimasíðuna, kundi verið sloppið undan gitingum um arbeiðsgongdina.

Tíðarásetingin vit í arbeiðsbólkinum eru kunnað um, er at talan hevur verið um eitt 18 mánaðar tíðarskeið. Nógvar ymsar dagfestingar eru settar á, nær nýggja ferjan røkir farleiðina, men við fíggjarlógini í huga, kunnu vit nú seta juli 2014 sum mál, at ferjan er liðugt bygd. Helst eru onkrar seinkingar, royndarsiglingar, okkurt eyka eftirlit o.s.fr. soleiðis at seinasta útgjaldið fellir 1. januar 2015.

Tí verður hesin spurningur settur fram alment, til Johan Dahl, landstýrismann og onnur at svara: Er ætlanin at fara undir verkætlanina beinanvegin og harvið at dagføra farleiðina um Nólsoyarfjørð um ársskiftið 2014/2015?

Jákup av Skarði