Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nógvir hundrað limir eru við sviðusoð

2020-02-15 11:30

 

Nógvir hundrað limir eru við sviðusoð

 

Starvsfólk, ið eru dottin niður ímillum

Starvsmannafelagið hevur limir, ið beinleiðis eru dotnir niður ímillum. Hetta eru starvsfólk, ið hava staðið á síðsta lønarstigi í nógv ár, uttan at verða bólkað av nýggjum – er tað rætt og rímiligt? Hesi starvsfólk hava ognað sær útbúgving, vitan og royndir í gjøgnum nógv ár og víðari útbúgving uttan at fáa eina krónu fyri førleikamenning. Hetta nýtur arbeiðsgevarin gott av. Tað er óvirðiligt fyri hesar limir, og vil eg arbeiða hart fyri at fáa hetta uppá pláss til komandi sáttmálasamráðingar. Eftir sjey ár á arbeiðsmarknaðinum, hava limirnir nátt hægsta lønarstig. Tað er ikki virðiligt, at fólk víga sítt lív til arbeiðsplássið í 20, 30 ella 40 ár, og lønin stendur í stað eftir sjey árum. Hvør einstakur arbeiðstakari er áhugaður í at fáa eina góða løn, og sjálvandi skulu vit hava tað, vit hava uppiborið. Tí er tað neyðugt at endurskoða lønarskipanina og lønarflokkarnar.

 

Vit mugu lyfta í felag. Tey lágløntu skulu lyftast, og eisini má tað vera munur á lønarflokki, tá tað snýr seg um limir við útbúgving og limir uttan útbúgving. Limirnir eru tilfeingið hjá arbeiðsgevarunum, og tað eru vit, ið útinna arbeiðið. Tað eru limirnir, sum stríðast í gerandisdegnum, og sum skulu lønast og heiðrast fyri tað arbeiði, og ta framgongd arbeiðsplássini hava. Tað er eingin sjálvfylgja, at lønin fylgir við. Vit mugu standa saman, og stríðast enn meira fyri lønini, og halda rimmar fast í vunnum rættindum.

 

Gott og gevandi at vitja limirnar kring landið

Farnu vikuna havi eg verið á ferð kring alt landið, og vitjað nógvar stovnar og arbeiðspláss. Eg takki tykkum hjartaliga fyri, at eg fekk møguleika fyri hesum, og síggja, hvussu tit stríðast í gerandisdegnum og í summum førum arbeiða undir viðurskiftum, sum kundu betrast munandi. Hendan vitjanin hevur lært meg sera nógv um, hvat tað er fyri sáttmálaviðurskifti og lønarviðurskifti starvsfólkini starvast undir, og hvussu sera umráðandi tað er, at formaðurin er til staðar úti á arbeiðsplássunum,  saman við limunum og álitisfólkunum, sum hann er leiðari fyri, og hevur ábyrgdina av.

 

Nú formansvalið stendur fyri durunum, vil eg heita á tykkum, um at brúka tykkara rætt, og gera tykkara atkvøðu galdandi.

 

Ynskja tit ein formann, ið er sjónligur og nærlagdur, og sum stendur saman við limunum og vil berjast fyri teirra sakum? Og ynskja tit ein formann, ið torir at varpa ljós á vánalig arbeiðsviðurskifti og á skeivleikar, ið raka limirnar í samfelagnum?

 

- So skulu tit atkvøða fyri mær til formansvalið tann 7. mars. Um tað ikki liggur fyri at koma til aðalfundin, so kunnu eisini atkvøða talgilt frá 16. februar til 6. mars. Hetta kann gerast við at venda sær til felagið á tlf. 614868 ella við telduposti á starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo og biðja um atkvøðuseðil.

 

 

Gott val

 

Vinarliga

Gunnar Hjelm, formansvalevni