Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nívandi sannleikin

2020-11-07 23:26

Sat við andakt og lurtaði eftir javnaldranum Svend Aage Ellefsen, har hann so meistarliga greiddi frá familjuviðurskiftum sínum í báðar ættir. Hinvegin var tað hjartanemandi, tá hann kom inn á viðurskiftini hjá hesi ungu gentuni í familjuni, ið hevði eini ørindi til prestin í Jansagerði í Miðvági.

Aftaná at presturin hevði verið ónærisligur ímóti hesi gentu og gjørt seg kropsliga inn á hana, endaði málið í rættinum. Her kravdi rætturin, at gentan skuldi sendast til Danmarkar til kanningar, tí hon var mett at vera sálarliga sjúk. Tí prestur sambært rættinum tá í tíðini, var hevjaðiur yvir lóg og rætt.

Hesin sera álvarsligi órættur ímóti hesi gentu vakti nakrar persónligar kenslur hjá mær. Kenslur um viðurskifti, sum eg frá barni av hevði havt varhugan av, men fyrst seinri í livinum fekk skelkandi sannleikan at vita um.

Nakað aftaná at mamma min andaðist bara 38 ára gomul, kagaði eg í eini kommodu hjá ommu og abba, har eg kom fram á eina mynd. Á hesi mynd sat ein ung kvinna, og ein lítil kista stóð framan fyri henni á einum borði.

Eg skundaði mær inn til ommu og abba og spurdi, hvør ið tað var, sum var á hesi myndini. Eg fekk bara eitt lunkað svar, at tað var onkur, ið tey kendu. Spurdi síðan mammubeiggjar mínar uttan at fáa nakað svar.

Sjálvt um eg var bert 11 ára gamal, sá eg, at sorgin var meitlað inn í hennara andlit, soleiðis at eg ikki kendist við hesa kvinnuna. Omma og abbi hava sjálvandi kent sannleikan um hesa mynd. Men tey hava samstundis stúrt fyri, at eg sum 11 ára gamal skuldi fáa ein álvarsligan skelk, um eg fekk allan sannleikan at vita.

Tí tað var mamma mín sum 21 ára gomul, ið var á myndini. Og tað var hennara fýra mánaðar gamla dóttur, ið lá í kistuni.

Fyrst í fýrsunum kom ein mammubeiggi mín á gátt hjá mær og konuni. Hetta var 15-20 ár áðrenn, at hann andaðist. Helst hevur tað verið samvitskan, ið hevur nívt hann, at eg sum 11 ára gamal ongantíð fekk svar uppá spurningin, eg setti honum tá.

Hann greiddi mær frá, at mamma mín gjørdist við barn summarið 1935, 20 ára gomul. Hon átti eina vælskapta dóttur 8. mai 1936. At fáa eitt barn í føvningin eftir at hava borið tað undir belti í níggju mánaðir er helst kensluliga tann størsta hendingin hjá eini kvinnu yvirhøvur. Men fyri mammu mína gjørdist henda so eydnusama hending, at eiga eitt vælskapt barn, fýra mánaðir seinri ein sorgarleikur.

Pápin at gentubarninum var úr múgvandi familju í bygdini, har mamma mín hevði verið húshjálp. Hann vildi ikki kennast við barni. Samstundis vóru foreldrini hjá mammu míni ognarleys, tey áttu sum tað ofta var sagt, ikki sýru í vegg. Hetta í sjálvum sær skuldi tó ikki verið nøkur forðing fyri, at móðir og barn skuldu hóra undan, tí umstøðurnar hjá so nógvum øðrum vóru tær somu.

Í fýra mánaðar sást pápin ikki á gátt á Stakka, har mamma búleikaðist hjá ommu og abba. Men so við eitt kemur faðir at gentuni inn á Stakka og krevur at síggja barnið, sum hann segðist vera faðir at. Mamma var ikki inni, so hesin mammubeiggi mín vísti honum oman í stovuna, har gentan lá og svav í einari vøggu.

Samstundis stóð mammubeiggjin og helt stovuhurðini á glopp. Hann sær pápan ganga yvir at vøgguni og taka eitthvørt burtur úr lummanum, sum hann koyrir niður í munnin á gentuni. Hann fór so í skundið á dyr aftur uttan at siga eitt tað einasta orð. Nakað aftaná lá gentan deyð í vøgguni, fýra mánaðar gomul.

Fáur ella eingin kann ímynda sær ta sorg og trega, ið var mammuni fyri, tá hon løtu seinri kom aftur til húsa, aftaná bara at hava verið eini ørindi. Tá varð greitt henni frá, at lítla gentan var deyð, og tað var pápin, ið var orsøk til deyða hennara.

Forfardur spurdi eg mammubeiggja mín, hví tey ikki meldaðu tað til myndugleikarnar. Til hetta svaraði hann, at tað var undirbrotligheitin, sum saman við tí, at múgvandi familjunar vóru so samantvinnaðar við mynduleikarnar, ið gjørdi, at tað var hildið vera nyttuleyst, serliga hjá ognaleysum, at fáa mynduleikarnar at taka slíkt mál í álvara.

Presturin í Jansagerði var fullgreiður yvir, at hægsti mynduleikin helt hondina yvir honum. Sama við manninum, ið framdi hesa óbótagerð í móti hesi lítlu gentuni, systir míni, og mammu míni. Hann var eins og presturin greiður yvir, hvussu lítið menniskjavirði hesi ognaleysu menniskjuni høvdu tá í tíðini.

Dagliga hevur hetta verið í minum hugaheimi og pínt meg inn at sálini.

Eg haldi ikki, at tað, eins og so nógvar aðrar søgur av sama slag, bara skuldi farið aftur við borðinum og í gloymskunar hav, hvussu hesi menniskju vóru viðfarin hetta tíðarskeiðið í okkara søgu.

Tí kenni eg tað sum mína skyldu at siga søguna og geva hesum menniskjum eina rødd, soleiðis at eftirtíðin ikki gloymir hesa ómenniskjansligu og mannminkandi viðferð, sum tey á niðastu rók vóru út fyri í okkara samfelag tá, og so at tað ongantíð hendir aftur.