Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Neyðugt við koronukanningum á staðnum í Eysturoynni

2021-10-27 11:33

Tíverri hava vit seinastu dagarnar upplivað sera stóran vøkstur av koronutilburðum, har eitt av teimum hart raktu økjunum er Eysturoyggin.

Í dag búgva 12.500 fólk í Eysturoynni, og kunnu vit tí sjálvandi ikki liva við, at vit - einstaklingar og familjur við børnum - skulu koyra til Havnar ella Klaksvíkar at fáa gjørt hesar kanningar og møguliga fleiri ferðir upp í saman.

Hetta er sera kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi.

Tað vísir seg eisini, at bíðitíð er til at verða kannaður ella testaður fyri koronu í Havn og Klaksvík, og tí er vandi fyri, at nøkur fólk setast aftur.

Tí er mín áheitan á landsstýrismannin í heilsumálum, at skipa so fyri, at koronukanningar eisini kunnu gerast á staðnum í Eysturoynni - í øllum førum komandi tíðina til støðan við nógvu koronutilburðunum er hæsað av.

Hetta eigur at kunna gerast skjótt og lætt við t.d. einari mobilari kanningareind í økinum ella á staðnum.

Vónandi verður skipað fyri hesari loysnini nú beinanvegin, soleiðis at smittustøðan ikki stendur við og versnar.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin