Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Neyðarróp um eftirviðgerð mugu hoyrast

2021-04-12 05:50

Hóast skiftandi samgongur hava roynt at lagt afturat tilboðum til fólk, sum fáa og liva við varandi tarni aftan á ymiskar sjúkur, so mugu vit ásanna, at støðan enn ikki er nøktandi.

Verri enn so!

Seinasta dømi er dokumentarurin, sum lýsti so væl familjuna aftaná, at heilaskaði rakti.

Akutta viðgerðin gekk væl, men uppfylgingin var alt ov stirvin, og nógvir manglar eru.

Tíverri er hatta ikki eitt eindømi. Gjøgnum seinastu mongu árini hava vit sæð líknandi dømi.

Politiska skipanin má taka í egnan barm
Vit hyggja inneftir og spyrja okkum sjálv, hvat vit gera rætt, hvat vit gera skeivt, og hvat vit mangla at gera? Tað skylda vit teimum, sum liva við støðuni og leggja sítt lív fram fyri almenninginum í neyðini. Tað ábyrgdina mugu vit taka á okkum. Nú!

Eg havi ikki øll svør, men kann vísa á, at meðan vit sótu, raðfestu vit endurvenjingina í øllum sjúkrahúsverkinum. Á KS bleiv serligt endurvenjingartilboð sett í verk til fólk við heilaskaða. Tilboðið er enn virkið og eisini raðfest av hesi samgonguni.

Afturat hesum settu vit pening av til at gera serliga endurmenningarstøð í gulu læknahúsunum. Tekning var klár stutt undan valinum, men kostnaðarmetingin helt ikki í mun til tað, sum var avsett. Har ber so til at taka ta ætlanina fram aftur og eftirmeta hana.

Á SS blivu eisini nýggj endurvenjingartilboð ment umframt vanliga virksemi. Hesi eru eisini raðfest av hesi samgonguni. Og á LS er endurvenjingin eisini raðfest. Men hvat hjálpir hetta teimum, sum sita við hús og ikki fáa tað hjálp, teimum tørvar?

Samskipan manglar
Er tað nakað galið í mátanum vit skipa okkum uppá? Ja, uttan iva. Alt er splittað sundur í geirar, og tess fleiri geirar hava ábyrgd, tess fleiri støð kunnu fólk detta niður millum. Tað eiga vit eisini at hyggja uppá. Hví skal eitt øki sum endurvenjing verða býtt sundur á land, kommunur og almannaverk ? Og hví er alt býtt upp eftir diagnosum og aldursmørkum?

Tað mugu vit hyggja eftir og tora at broyta. Tað er sama borgara, vit tosa um.

Seinastu árini er heilsuverkið raðfest munandi. Og tað hevur eisini verið neyðugt. Men fyri borgaran hevur tað eins stóran týdning, at tænasturnar í almannaverkinum fylgja við. Tað hava skiftandi landsstýrisfólk víst á og stríðst fyri, men tað hevur verið nógv truplari at fáa pening til almannaverkið enn til heilsuverkið. Har kunnu vit eisini gera nakað. Bæði í mun til fígging og í samband við at síggja sjúkrahúsverkið og almannaverkið sum eina samanrunna eind fyri borgaran.

Tað, at eldrarøktin er kommunal, er eisini ein avbjóðing í hesum, m.a. tí at tænasturnar eru so ymiskar kring landið, og fólk undir 67 eru komin í álvarsama klemmu. Tað má broytast.

Eg hugsi eisini nógv um, hvussu vit betur fáa tryggjað okkum, at peningurin kemur út til borgaran sum tænasta, og hvussu vit hjálpa børnunum!

Sálarfrøðilig kreppueind skal fáast at virka
Tá ið sjúkrahúsætlanin varð gjørd, var eitt av tilmælunum, at ein sálarfrøðilig eind skuldi vera í sjúkrahúsverkinum. Har skuldi vera sálarfrøðingar, sum kundi taka sær av sjúklingum og familjum í kreppustøðum, sum tað ofta er, tá ið álvarsom sjúka rakar.

Áðrenn eg fór frá, fekk sjúkrahúsverkið eina játtan til at seta skjøtul á tað arbeiðið. Onki frættist aftur. Tað arbeiðið kann eisini fáast at virka. Tað hevði verið ein bati.

Allir flokkar skulu vera við
Vit í Tjóðveldi eru til reiðar at stuðla øllum átøkum, sum kunnu bøta um støðuna. Hetta er nakað, vit eiga at standa saman um, tí hetta er okkara felags ábyrgd. Vit kunnu byrja við at fáa talulæruna at virka, at raðfesta almannaverkið við stuðlum og dagtilboðum o.ø., og vit kunnu saman endavenda allari skipanini. Tí okkurt er galið, tá ið vit, sum eru so ríkt land, ikki hava megnað hesa týdningarmiklu uppgávu fyri okkara borgarar.

Hesi neyðarrópini mugu ikki fara óhoyrd fram við borðinum.

Sirið Stenberg
løgtingskvinna
Tjóðveldi