Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nei til flóttar - ja til hjálpa á staðnum

2019-05-29 07:24

Nei til flóttar - ja til hjálpa á staðnum.

Hesi orðini sýnast at skapa øsing í blóðreyða og góðtrúðna hjartað á vinstravonginum. Men er hetta so galið?

Í Føroyum klára vit ikki at húsa okkara egnu, vit hava stóran mangul uppá bústaðir, og tað er torført hjá ungum føroyingum at seta føtur undir egið borð. Hvar skulu flóttar búgva? Klára vit at húsa teimum? Hvør skal gjalda? Ella skulu okkara koyrast á gøtuna fyri at fáa fremmandum bústaðir? 

Hóast vit føroyingar eru sterk og stolt tjóð, er landið viðbrekið, her búgva einans 51.000 fólk og vit hava okkara egna mál, trúgv og mentan, hetta er nærmast óhoyrt, men ein sannleiki, sum vit eiga at verja væl um. Tí mugu vit eisini ansa eftir, at vit ikki gera okkum sjálvi til ein minniluta í egnum landi. 

Innrásin í Europa, serliga av monnum úr Miðeystri og Afrika, er ein stórur trupulleiki fyri londini inni á Europeiska meginøkinum. Tað er ringt at húsa øllum og gera hesi til ein part av europeisku mentanini. Vit síggja at londini í eysturevoropa læsa av fyri, at verja sítt egna land og fólk. Hetta er hart at síggja og hoyra um. Tað eru nógvar oyðilagdar mannalagnur íkomnar av kríggji og ræðuleikum í fátæku pørtunum av heiminum. Lat okkum hjálpa tað vit kunnu. 

Støðan í Føroyum er tann, at vit fáa fremmandar kvinnur og menn til Føroyar, sum gifta seg við føroyskum monnum og kvinnum, alt gott um tað. Hesi hava ofta børn við sær, sum ikki duga annað mál enn móðurmálið har tey komu frá. Duga vit væl at lofta teimum? Svarið er sera einfalt, tað duga vit ikki. Barnagarðar og skúlar hava trupulleikar av hesum til dagligt, og hóast øll siga frá og biðja um hjálp, so verður als ikki nóg nógv hjálp givin. Tað vil siga, at vit megna ikki integratiónina nóg væl, sum tað er í dag. 

Vit eiga eisini Føroyingar, sum flýggja úr Føroyum, tí vit ikki kunnu veita serliga hjálp til føroysk børn, tí tey hava ein serligan tørv ella sjúku. Og tey sum vera verandi, fáa heldur ikki nøktandi tilboð í dag. 

Hvat skulu vit so gera við traumatiseraði kríggsoffur, sum hava brúk fyri sálarfrøðisligari hjálp, sum vit ikki duga málið hjá? Tað er ikki so einfalt sum, bara at taka tey hendavegin, tú skalt eisini rúma teimum og teirra trupulleikum. Tú skalt eisini geva teimum nøktandi skúlagongd og barnagarðstilboð. 

Tí er mítt besta boð tað, at vit skulu hjálpa alt tað vit kunnu á staðnum har tað er neyð, tí vist eru tað júst tey, ið ikki maktaðu at flýggja, sum hava brúk fyri nógvari hjálp. 

Lat okkum heldur yvirtaka útlendingamál, so at vit sjálvi avgera, hvør kann koma inn í okkara land. 

Tað eru vit, ið skulu avgera hetta og ikki danir, tí eiga vit at melda greitt út, at vit ráða í egnum landi, eisini tá ið vit sita á Fólkatingi.

Joan Samuelsen