Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nei Johan, umsorgan skal ikki lønast lægri

2020-03-20 14:40

Tað var helst ein góður tanki, sum starvsfelagi mín Johan Dahl fekk, tá hann mælti til, at øll alment lønt áttu at fingið ein lønarmiss á 5 % fyri at hjálpa landi og fólki, meðan tað stendur á. Men eg fari at minna Johan Dahl á, at tá vit tosa um alment løn, so tosa vit eisini um øll tey, sum í hesum døgum geva alt tað, tey eiga. Tey, sum noyðast til arbeiðis, meðan onnur verða send til hús. Veita umsorgan og røkt til okkara veikastu og fyri at kunna hetta, sjálvboðin fara í sóttarhald fyri ikki at bera smittuna inn á arbeiðsplássið. Vit tosa millum annað um heilsuhjálparar, heilsurøktarar, námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar. Starvsbólkar, sum frammanundan fáa alt ov lága løn. Og tað er í døgum sum hesum, at vit veruliga síggja, at lønin ikki samsvarar við ábyrgdina.

Eg fari við hesum at takka øllum teimum, sum eru til arbeiðis hesar dagarnar. Øllum teimum, sum geva eitt eyka íkast til samfelagið, taka eykavaktir og seta seg sjálvi til síðis fyri at hjálpa øðrum. Takk, takk, takk!

Tit eru hetjur okkara í hesum døgum.

Og eg fari staðiliga at mæla frá, at alment lønt fara niður í løn, meðan hetta stendur á. Um nakað, so eru tað nógv alment lønt, sum eiga at fáa nógv hægri løn.

Djóni Nolsøe Joensen,
Javnaðarflokkurin.