Nei Hergeir, søgan um “Fountain house” heldur fram

2013-05-08 16:36

Hergeir Staksberg gevur undirritaða skyldina fyri, at uppskotið um almenna forsorg (klubbhús), fall. Uppskotið legði upp til, at landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, fekk víðkaðar heimildir til at fara undir klubbhús (Foutain house). Tíverri fyri uppskotstillararnar, hevði landsstýriskvinnan heimildirnar framanundan. Um málið varð samtykt, hevði tað ikki gjørt mun, tí stigtakararnir hava tørvá pengum: ikki víðkaðum heimildum. Tískil atkvøddi meirilutin í løgtinginum móti uppskotinum.


Fountain house
Hóast Hergeir Staksberg vil vera við, at søgan um “Fountain house” er úti, eru vit ikki meir enn akkurát byrjaði.

Minnist fyrsta fundin, ið trivnaðarnevndin hevði við stigtakararnar. Eg varð fullkomiliga tikin av bóli, tá eldhugaðu kvinnurnar greiddu frá hugtakinum “Fountain house.”
Ætlanin passar sum fótur í hosu við mína visjón um, hvussu almannaverki skal skipast í framtíðini. Somuleiðis er verkætlanin í tráð við lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum er størsta frambrotið innanfyri almannverki í nýggjari tíð: nú verður dentur lagdur á, hvat fólk kunnu gera. Ikki, hvat tey ikki kunnu gera.

Spurningar
Søgan um “Fountain house” byrjaði undan løgtingsvalinum í 2011. Tíverri hevur politiska skipanin ikki funnið neyðugu játtanina. Eitt er, at politiska skipanin er tung, men eg havieisininakrar spurningar til stigtakararnar, ið snúgva seg um fíggingina. Stigtakararnir kenna spurningarnar, men eg havi ikki fingið nakað svar. Um tær ynskja at greiða frá fíggingini, eri eg sjálvandi sinnaður at seta meg við teimum, tí tær vita, at eg stuðli verkætlanini.

Søgan um tey sjúku
Kann annars kunnað Hergeir Staksberg um, at tað vóru eisini eldsálirí 60-inum, sum stríddust fyri rættindunum hjá teimum brekaðu (soleiðis nevndi man tey tá). Skal ikki endurgeva alla søguna, men gera stuttan samandrátt:
Í sekstiárunum máttu foreldur senda síni“breka” børn av landinum, tí tey passaðu ikki inn í samfelagið. Nøkur foreldur tóku seg saman, tí tey vildu ikki senda síni børn til Danmarkar. Tey fóru í stríð við politisku skipanina. Akkurát sum Hergeir Staksberg.

Í 1973 komu tey fyrstu “brekaðu” børnini heimaftur. Tey komu ikki á nakran stovn, tí eingin stovnur var. Ístaðin búðu tey ívanligum sethúsum. Tað tóku foreldrunum og avvarðandisjey ár afturat (1980), áðrenn tey sálarliga menningartarnaðu(hetta kom ístaðin fyri orðið “brekaðu,” tá tey fyrstu fluttu heim í 1973) fingu sítt egna heim: bústovnin á Eiragarði.

Hví fortelji eg Hergeiri Staksberg søguna?

Eldsálirnar stríddust í fleiri ár, áðrenn tey fyrstu sálarliga menningartarnaðu børnini sloppið at flyta heimaftur til Føroyar. Stríddust ímeir enn tíggju ár, áðrenn tey sálarliga menningartarnaðu fingu sítt egna heim.

Søgan um “Fountain house” byrjaði í 2011.

Vónandi kemur tað ikki at taka tíggju ár, áðrenn sálarliga sjúku fáa sítt “Fountain House”, men eldsálirnar mugu ikki fella í fátt.Tað er neyðugt at stríðast, eins og eldsálirnar stríddust í 60-inum. Einki kemur av sær sjálvum.Søgan er ikki úti. Hon er akkurát byrja. Veit ikki, um Hergeir Staksberg gevur upp ella ikki, men eg fari framhaldandi at stuðla stigtakarunum handan “Fountain house” verkætlanini.

Hanus Samró
Løgtinsmaður fyri fólkaflokkin