NATIONAL PRAYER BREAKFAST - morgunmat við Trump og Pence

2020-03-03 20:10

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus

Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

Skrivað: pjd, Glyvrar 15.02.2020

Tú kanst hoyra innslagið í Krist. Tíðindasendingini á R7.fo

__________________________________________________________________________________________________

NATIONAL PRAYER BREAKFAST - morgunmat við Donald Trump og Mike Pence

Í døgunum 04 – 06 februar í ár var tann árligi NATIONAL PRAYER BREAKFAST hildin á Hotel Hilton í Washington D.C. í USA, og føroysk umboð vóru við aftur í ár.

National Prayer Breakfast (NPB) er eitt árligt afturvendandi tiltak, sum hevur sínar røtur heilt til 1935 millum leiðandi vinnulívsmenn í Seattle í Statinum Washington. Tey fyrstu árini var tað bert kent undir navninum Prayer Breakfast (bønarmorgunmatur). Fyribrigdi breiddi seg út til fleiri statir í USA, og í 1942 vóru tað leiðandi vinnulívsmenn og politikarar í Washington D.C., sum byrjaðu at savnast til Prayer Breakfast.

Um hesa tíðina vóru tað kristnir politikarar, sum eisini tóku stig til at savnast til Prayer Breakfast bæði í Senatinum og í The House of Representatives í Kongresbygninginum Capitol Hill í Washington D.C., sum framvegis verður hildin hvørja viku, bæði í Senatinum og í The House of Representatives (umboðsmannahúsið).

Upprunaliga endamálið við Prayer Breakfast var at koma saman til andaligt samfelag og samstundis njóta eina máltíð til tess at samskifta um aktuel mál, biðja og styrkja hvønn annan. Hetta hevur verið óbroytta endamálið við Prayer Breakfast fyribrigdinum til dagin í dag síðani fyrsta sáðið í 1935.

Sum eitt úrslit av hesum eru tað í dag smærri og størri morgunmatarbólkar í meira enn 180 londum, sum koma regluliga saman til samfelag, bøn og bíbliulestur, bæði uttanfyri og innanfyri Parlamentarisku veggirnar.

Eisini í Føroyum eru vinnulívsmenn og politakarar, sum seinastu 24 árini hava savnast til bøn og bíbliulestur, samstundis sum teir njóta samfelagið við einum løttum drekkamunni.

FORSETIN BOÐIN VIÐ:Dwight D. Eisenhower, sum var forseti í USA í fimtiárunum, varð í 1953 boðin av evangelistinum Billy Graham at vera við til Prayer Breakfast. Hann var fyrsti Amerikanski forseti, sum varð boðin við til hesa hátíð. Síðani tá og til dagin í dag hevur fyrsti hósdagur í februar veri settur av til ein serligan Prayer Breakfast, har sitandi forsetin altið er boðin við. Inntil 1970 var tiltakið kend undir heitinum The Presidential Breakfast, men í 1970 varð heitið broytt til National Prayer Breakfast, og soleiðis eitur tað í dag, og er altið fyrsta hósdag í februar, og sitandi forsetin er altið boðin heiðursgestur.

FØROYINGAR BODNIR VIÐ:Í ár var tað Donald Trump forseti, sum var heiðursgestur til National Prayer Breakfast á Hilton Hotel í Washington D.C. hósdagin 06. februar. Føroyingar hava síðani 1990 sent umboð til National Prayer Breakfast; tó ikki á hvørjum ári. Fyrstu føroyingarnir, sum luttóku á hesum Amerikanska tjóðar bønarmorgunmati vóru Jógvan Sundstein, táverandi løgmaður, Poul Mikkelsen táverandi borgarstjóri, og afturat teimum vóru hjúnini Tórharda og Sámal Bláhamar frá Toru Tourist. Forsetin tá, var George Bush eldri.

Føroysku umboðini í ár vóru Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og kona hansara Eydna Rasmussen, og Poul Jóhan Djurhuus, Trúboði. Hetta var fyrstu ferð, at hesi vórðu boðin við til hesar hátíðardagar, og tey vórðu møtt við stórum blíðskapi og stórum áhuga fyri lítla føroyska samfelagnum í Norður Atlantshavi.

Eitt av høvuðstemaðinum í ár var kærleiki, fyrigeving og sáttargerð, og stórur dentur var lagdur á týdningin at biðja fyri myndugleikunum runt um í heiminum. Høvuðsrøðari í ár var rithøvundurin og professarin Arthur Brooks, sum nýliga hevur givið út bókina Love your enemies, (elska fíggindar tínar.)

Hann tók útgangsstøði í fjallaprædikuni, og tók soleiðis til: “Ein haturspolarisering er um at sindra okkara samfelag í dag!” Hann tosaði um týdningin av at elska og fyrigeva sínum fíggindum.

DONALD TRUMP:Beint eftir, at Arthur Brooks hevði hildið røðu, steig Donald Trump fram á pallin, sum heilt eyðsæð hevði fingið nógv at hugsa um undir rannsakandi røðuni beint áðrenn. Røðan hjá forsetanum vakti óivað blandaðar meiningar millum gestirnar, tá hann gjørdi nógv burtur úr at vísa hvat hansara politikur hevði gjørt fyri Amerikanska fólkið.

Forsetin kom samstundis nógv inn á tað andaliga, og segði m.a. “at í Amerika verja vit frælsi, sum eisini umfatar trúarfrælsi. Í Amerika liggja vit ikki eftir teimum, sum biðja, og vit ríva ikki niður kristin symbolir. Vit gera okkum ikki inn á prædikumenn ella prestar. Í Amerika seta vit sprís upp á trúgv og religión, og vit lyfta bøn okkara upp til Gud og geva Honum dýrd. Alt tað góða og stóra, sum vit njóta í Amerika, er komi sum úrslit av trúnni og bønini hjá okkara forfedrum. Okkara forfedrar trúðu, at Gud var við teimum og tað sama gera vit.”

NIÐURSTØÐA:Tá tikið verður saman um, so kann sigast, at tað gjørdi stórt inntrykk á føroysku umboðini at leggja til merkis, hvussu nógv verður gjørt, av teimum, sum fyrireika National Prayer Breakfast, at uppmuntra parlamentarikarum og stjórnarlimum í øðrum londum at byrja regluligar bønarbólkar teirra millum.