Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nær varð tað OK at vera keðiligur?

2021-04-30 13:19

Ídag er tað sjáldsamt at hoyra almennar persónar lýstar sum keðiligir. Heldur gera vit okkum dælt av hugtøkum sosum klókur ella vitandi – men bæði hugtøk eru eitt bakvent ‘kompliment’, tí tey sipa bert til, at tú ert stinnur í tí numeriska ella tekniska.

Men tað var áðrenn Facebook og tað faktum, at øll, býtt sum óbýtt, sluppu framat. Fyrr var tað so, at hevði tú onki áhugavert at siga, segði tú onki. Men sosiali miðlaheimurin kann ikki torga tøgn.

Bindandi familjulívið, 3, 1 barn, sálarleysu arbeiðini, eintáttað býarlív og endaleysu familjuføðingardagarnir og eitt rend til Søldarfjarðar eyðkendi miðalklassalívið.

Hetta ger seg galdandi fyri nøkur fá fólk, men tað, netlívið fyrst og fremst bjóðar seg til, er eitt slag av sosialari frígering. Online-útgávan av tær er leys av offline-pressinum, ið krevur av tær, at tú ert áhugaverdur í sosialum samanhangi.

Eg minnist afturi í 80unum, tá ein vinmaður, helst tí hann varnaðist mín vantandi áhuga í hansara langdrignu og óhoyrt detaljeraðu lesing av Bob Dylansa lýrikki, spurdi: “Keði eg teg?”

Sjálvsagt gjørdi hann tað. Og sjálvsagt noktaði eg fyri tí. Hví? Tí tað var nakað særandi og flóvisligt at siga við onkran. Sært tú, tá í tíðini var tað, at vera keðiligur, tað sama sum at hava ringan anda ella sveitta.

Men ídag leggja fólk líka í at keða onnur. Púrasta. Eg veit hetta, tí partar av mínum kenningaskara, aðramáta intelligentir og undirhaldandi, hava null ímóti at tralla við, tosa og skriva um aldeilis hugleys og hvønndagslig viðurskifti – ja, eg hevði ikki ánilsi fyri, hvussu fantastiska keðiligir, nakrir av mínum fasinerandi kenningum kunnu vera. Og grundin er, at fyrr gjørdu vit okkara ítarsta fyri at fjala hetta; fjala teir mest keðiligu og ósexutu partar av okkara persóni. So, hvat hendi?

Eg vaks upp í Føroyum í 80unum, tá ið rúm var fyri originalum og øðrvísihugsandi. Tá ið tað bar til at liva sambært sær sjálvum, tosa frítt, arga og skelda, uttan at tanka-politiið ella kittilsaristokratiið kom eftir tær. Men, tað, at vera keðiligur, tó, var hugt at við moralskari andstygd.

Tað var í lagi at vera eitt sindur keðiligur, men tók tað valdið á tær, kundi tú líka so væl droppa nakra ambitión um at koma inn í innara kamarið, fyri ikki at tala um nakran ølklubb. Hetta var tó ikki neyðturviliga eitt føroyskt fyribrigdi.

Í Bretlandi, veit eg, vart tú turrisligur og tystur, bleivst tú ignoreraður, róptí tú um uppmerksemi ella, betri enn, eina bjór. Fantastiskt. Eisini var tað siðvenja at happa tey ultra-keðiligu í Stóra Bretlandi, The Great British Bore at navni. Hann, og tað var næstan altíð ein maður, var hildin fyri gjøldur í satiriskum tíðarritum sosum Private Eye. Kritikarin og skemtarin Mark Steel skrivaði enntá sín heilt egna eksklusiv-lista fyri “keðilig fólk” í Independent í 2003:

Sølufólk eru keðilig, bankafólk eisini, stressað fólk eru keðilig, dovin fólk eisini, konur, serliga tær penu, sum tosa um síni børn, eru keðiligar, forbannað keðiligar, fótbóltsspælarir eru keðiligir, og fólk, sum altíð vilja hjálpa, eru keðilig, tað sama við fjølmiðlafólki, men serliga keðilig eru tey sjúku og menn, sum tosa við aðrar menn fyri at finna útav, hvussu okkurt, sum krevur, at man er fittur í hondunum, skal gerast.”

Ídag er tað sjáldsamt at hoyra almennar persónar lýstar sum keðiligir. Heldur gera vit okkum dælt av hugtøkum sosum klókur ella vitandi – men bæði hugtøk eru eitt bakvent ‘kompliment’, tí tey sipa bert til, at tú ert stinnur í tí numeriska ella tekniska.

Tað, at vera keðiligur, er við at hvørva sum hugtak, og tað er tað, tí at tað, sum fyrr gjørdi teg keðiligan, ikki longur hevur nakra serliga tyngd ella nakran myndugleika. Gamaní, ikki eru vit serskila upplýst herheima, men í einum landi, har skilagóð og útbúgvin fólk flasha síni børn, um alt tað fitta, tey hava sagt, vísa myndir av sínum óruddi, frensi ella tí, hundurin fekk til morgunmat, og kunngera sína ætlandi sorg við hjørtum og endaleysum minnisdøgum, tit vita, óúthaldiligum sálarporno, ja, hvat er tá keðiligt longur?

Innast í samfelagnum var annars ein óskrivaður, men góðtikin sáttmáli manna millum: eg fari at gera mítt ítarsta fyri ikki at keða teg, og afturfyri fert tú ikki at keða meg. (Jújú, tað hendi av og á, men tað gjørdi minni, tí man hevði líkasum hatta felags forstáilsið.)

Og til tess at sleppa undan at keða vinfólk og samborgarar, var tað væntað av tær at klippa tað keðiliga í tínum lívi úr samtaluni; slíkt, sum bara tú, og kanska tín elskari, ella foreldur, hildu vera interessant – tú veitst, grái gerandisdagurin, prosaiskar rutinur sum foreldraskapur og parlag, hissini mini-drama og heimamál annars.

Men tað var áðrenn Facebook og tað faktum, at øll, býtt sum óbýtt, sluppu framat. Fyrr var tað so, at hevði tú onki áhugavert at siga, segði tú onki. Men sosiali miðlaheimurin kann ikki torga tøgn. Hann krevur eina konstanta flóðaldu av reyvkeðiligum dagføringum, grunnum viðmerkingum og skítósexutum myndum.

Og fólk eru bangin fyri, at um ikki tey fortelja um sín meiningsleysa vinarfund í Paname ella tað, at nú eru 36 mánaðir síðani, at makin doyði, og tí enn eru í onkrari say-so sorg, doyggja tey sjálvi ella, og uppaftur verri, gerast ósjónlig.

Tað má tí vera í reinskerdari desperatión, at annars hampuliga hugsandi fólk gera sær dælt av triviellum og turrisligum lívsbitum – effinett somu bitum, hesi fólk á ongum sinni høvdu nevnt í alemnnum samanhangi fyri ikki at taka seg út sum keðilig – og brúka teir. “Hygg, hvussu fasinerandi eg eri!” - eitt slag av ‘cyber-narsisismu’, um tú vilt.

Hetta ger seg galdandi fyri nøkur fá fólk, men tað, netlívið fyrst og fremst bjóðar seg til, er eitt slag av sosialari frígering. Online-útgávan av tær er leys av offline-pressinum, ið krevur av tær, at tú ert undirhaldandi ella áhugaverdur í sosialum samanhangi.

Á netinum sleppur tú undan at avrika. Tú kanst lata tína online-útgávu mala seg burtur av leið og siga hvat sum helst. Har fær ongin at vita, at tú reint faktiskt ert keðiligur – tí fólk leggja líka í, hvørt henda útgáva sampakkar við veruleikan ella ei. Av hesum fylgir, at tá vit hittast andlit til andlits, eru mínir kenningar og eg ikki so óluksáliga ídnir eftir at, ja, upptraðka.

Ein onnur grund er óivað, at miðstættin hevur ognað sær eitt slag av nýfunnum sjálvsáliti. Bæði í 70unum og 80unum var lívið av mongum hildið at vera keðiligt. Bindandi familjulívið, 3, 1 barn, sálarleysu arbeiðini, eintáttað býarlív og endaleysu familjuføðingardagarnir og eitt rend til Søldarfjarðar eyðkendi miðalklassalívið. Og ongin var so vitandi um , júst hvussu langrøkjut og leiðiligt tað var, sum liberali, stórbýarhugsandi parturin av miðalklassanum. Ja, at vera miðalklassi var at vera keðiligur.

Men ikki longur. Miðstættarlív verður ikki longur fatað sum keðsemi, men vert at stremba eftir. Miðstættin er nú so kjokkað við sjálvsáliti, at hon heldur, at tað, hon ger í køkinum, hvussu hon dekorerar sítt heim, hvat hon serverar til døgurða, og hvat børnini nú hava funnið uppá, at tað er so eygnarívandi gott, so , at øll onnur hava áhuga fyri tí.

Av tí sama hava fólk gjørt av at liva online, sum um tey vóru stjørnurnar í sínari egnu reality-sending. Tey lata burturav tí mest innihaldsleysu og svøvnligu skræpuna ístaðinfyri at steðga á og hugsa: “Keði eg teg?”

Ja, tú gert, men tað er OK - We’re All at It! Og, tað hevur sínar fyrimunir. Sum ein, ið er plágaður av tí roynveruleika at skula vera interessantur Alla.Somlu.Tíðina, er tað faktiskt ein lætti at sleppa undan at royna so nógv at vera effinett tað.

Tú kanst siga, at eg havi fingið samband við mítt keðiliga “eg” – og tað hevur hug og brúk fyri at møta teg.