Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

2021-01-13 22:01

Seinastu tíðindini á www.ssl.fo um Ternuna, vórðu skrivað í fjør (3. des. 2020). Tá var boðað, at 40 ára klassingin var meira umfatandi enn av fyrstan tíð hildið og nýggj tíðarætlan skuldi leggjast.

Hugaligt hevði verið at frætt, hvat verður gjørt soleiðis at Ternan fær loyvið at sigla við ferðafólkið aftur.

Hugaligt hevði eisini verið at frætt, nær Ternan er aftur í sigling.

Flest øllum kunnugt, er eykaskipið Erla Kongsdóttir ikki nøktandi á Nólsoyarleiðini og tí er tað av alstórum týdningi, at tænastu- og kunningarparturin hjá Strandfaraskipum Landsins verður lyftur hægri.

Ilt er at spáða, men tað hevði eisini verið hugaligt at frætt, hvussu leingi SSL roknar við at Ternan er í sigling. Nær er ætlanin at Ternan skal aftur á beding? Verður Ternan eykaskip, ella er hon í frið á Nólsoyarleiðini nú Erla Kongsdóttir er í flotanum?

Við vón um greiða kunning.

Jákup av Skarði