Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Nær at viðgera, nær ikki

2019-06-10 10:13

Tað er ein ásýniligur absurditetur, hvussu vit fata orðið "viðgerð".

Tí tá um ræður samkyndleika, til dømis, ið er nakað, ið víkir frá tí, ið vanligt er, men er nakað gott ella, um ikki annað, nakað ikki-ringt (tóað óynskiligt hjá nøkrum teirra, ið "eru" tað), skal og kann hetta ikki viðgerðast.
Hinvegin, tá tað kemur til nakað, sum er beinleiðis ringt, sum til dømis tað, at buka síni nærmastu er (eins og handa reklaman - í sínum óluksáliga s - ein - ... n - a tempoi - í føroyskum miðlum vísir á), íðan, tá finst viðgerð: tá skal og kann hetta viðgerast. Tað vil siga, ein rímiliga ramligur munur.

Kjansurin fyri, at viðgerð sum hugtak, at møguleikin fyri viðgerð, og hvussu vit fata hesa, í alt størri mun er stýrt ella treytað av politiskum moraliteti, heldur enn fakta og vísindi, ella av einum (higartil) veruleika, tykist tí rættiliga sannførandi.

Lady Gaga, so fenomenal hon nú er, sang á sinni "'Cause I was Born this way, Baby". Nei, Lady, tað vart tú ikki.

Ella, eftirsum øll hava fyri neyðini at vísa á vísindi og vísindafólk: har eru null prógv (enn) fyri, at har finst nakað bøssagen í einum bøssa. Har er, orðað øðrvísi, eingin abnormalitetur í heilanum hjá samkyndum. Har er einki øðrvísi í heilanum hjá samkyndum og hinskyndum. Einki.

Hetta merkir, um ikki arvaliga determinerað, so sosialt, og tí kann tað, alt annað líka, viðgerðast. Við vanda fyri at parafrisera Marx eitt viðursvet: "Um eitt problem er sosialt, tá kann tað fiksast."

Tað sagt, um tú sum samkyndur hevur tað super við at vera tað, so ver tað. Og tí er bert eitt fyri, og tað er at gera einhvørja hugsing um viðgerð tarvleysa. Ja, hví yvirhøvur tíma.

Hinvegin aftur, hetta við "we can't help it", hesin nýligi retorikkur, er, um nakað, ein ússalig, um enn taktisk atgonga til tað, at forklára seg burtur úr ella inn í eina støðu sum samkyndur.

Eg meini, ímynda tær, hvussu nógv lættari handa samrøðan við foreldrini um tín opinberiliga samkyndleika er, tá tú kanst vísa á, at: "Men tit, mamma, babba!!!, eg kann ikki gera fyri tí - eg var føddur soleiðis".
Altso, tykkara skyld.

Men hetta, haldi eg, og hildu tær gomlu LGBT-hetjurnar frá eitt nú Pink Paper og teirra "We're Here! We're Queer, Get Used to it!" - slogan, altíð vera ein óblandað elendigheit í royndini at legitimera sín hug til ein av sama kyni.
At siga "jamen, vit eru fødd soleiðis", merkir eginliga, kókað heilt niður, "jamen, vit kunnu ikki gera fyri tí" ... og tit vita tað!

Men hví, genetiskt ella ei, skulu samkynd falla so lágt og umskylda sín seksualitet, tí tað er tað, tit gera, tá ið tit vísa til "arv".

Tað er jú effinett tað, samkynd gera, tá tey gera sær dælt av hesari atgongu; hesi púrt mannminkandi atgongu til sín sjálvs og kynstrá.
Arvur, uppaling, sosialar umstøður, hvør leggur í og hví yvirhøvur forklára at byrja við.

Hví hevur LGBT - elitan, hesir sjálvtilnevndu harrar, sannført tykkum niður í hesa so totalt óafturtakandi eyðmýkd?