
MVG-FRÍTØKA AV EL-BILUM FRAM TIL 2030 🚗🔋
2021-01-04 11:56
Mvg frítøkan av elbilum byrjaði 1. Januar í 2017 undir undanfarnu samgongu. Í 2017 vórðu 15 akfør seld, í 2018 var talið 68, meðan tað miðskeiðis í 2019 var 83. Frá 2017 til 2020 hava vit upplivað ein vøkstur á minst 20% árliga. Hóast tað enn er ein lutfalsliga lítil partur av samlaðu bilparkini, so er tað undir øllum umstøðum ein sunnur vøkstur.
Framskriva vit eina øking uppá 20% hvørt ár, so hava vit
beint upp undir 2000 elbilar í 2030. So at tað gongur ov seint, er ikki rætt.
Tað gongur bara seint í mun til samlaðu bilparkina. Men nú frættist, at á
nýggjárinum í fjør vóru heili 185 el-bilar skrásettir í Føroyum, og at á
nýggjárinum hesaferð eru teir 321 í tali, sum er ein vøkstur upp á 73,5%.
20% vøkstur undir so at siga øllum umstøðum er at rokna sum
ein sunnur prosentvøkstur. Eksponentiellur vøkstur er máttmiklasta megi í
heiminum, og má ikki undirmetast. Um tað byrjar at nærkast 75% árliga, eru
fortreytirnar uppaftur betri, og tá tosa vit um nakað grundleggjandi ørvísi.
Økist skrásetingin við 75% hvørt ár í 10 ár, so hava vit 50.000 elbilar í
Føroyum í 2030. Tað er sjálvandi rættiliga optimistiskt, men tað er við til at
vísa at økist vøksturin bara eitt sindur hvørt ár, ber væl til at koma á mál
við at skifta akførini út.
Broytingar í battarítøkni, tilfari, veitingarketuni og
framleiðslu fara at elva til kollveltandi broytingar næstu árini.
Elbilfabrikanturin TESLA, sum er langt, langt, langt fremst tá ið tað kemur til
elbilar, hevur ætlanir um at hálvera prísin á battaríunum innan trý ár frá í
dag at rokna. Ein hálvering av krónu/kwt er øgiliga umráðandi fyri nær tað
byrjar at geva meining at framleiða ein bíligan bil, og har brúkarin byrjar at
umhugsa hann fram um bensin ella diesel. Felagið hevur eisini ætlanir um at
framleiða ein fult autonoman “sjálvkoyrandi” bil fyri $25.000. í dag svarar tað
til 153.000 krónur. Og hyggur tú eftir søguni hjá umrødda bilfabrikantinum, so
hava teir siðvenju fyri at gera tað sum teir hava sett sær fyri.
Hvørt ár betrast sniðini fyri sniðini á katodir og anodir,
sum eru tær ávikavist negativu og positivu elektrodurnar, sum elektronirnar
ganga ígjøgnum. Veitingarketan á lithium verður integrera vertikalt, soleiðis
at bilfabrikantarnir hava fult tamarhald á framleiðsluketuni. Tað kenna vit
aftur frá Bakkafrost. Tað gongur væl við at útfasa kobalt úr framleiðsluni, og
aluminiumshúsin til battaríið blívur betri og betri.
Tað er sjón fyri søgn at vit eru í byrjanarstøðuni til eitt
skifti. Og Landið MÁ vera ein viðspælari. Sitandi samgonga ætlar tíverri at
taka burtur MVG-frítøkuna um 2 ár. Tað er sera óheppið, tí vit fara at koma til
eitt vendipunkt innanfyri tey næstu 10 árini, og eg haldi ikki at tað er
rímiligt at vit halda aftur við at tilskunda hesa gongdina.
Tí skuldi MVG-frítøkan havt gildið fram til í minsta lagið 2030!
Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður