Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Munnbindandi spurningar - ein tímaløntur undrast og spyr

2020-08-17 11:20

Tað ið eg hugsið um er, at um ein hevur eitt kropsligt krevjandi arbeiði, og at um støðan er tann, at ein skal vera í gongd í eini 3-4 tímar uttan steðg (kemur meir enn so fyri) við eini N95 fyri munnin.

Hvat kann so henda má ein hava loyvi at spyrja?

Í eini grein stendur at vanlig hjáarin eru eitt nú kvalma og høvuðpína. Man kann eisini gerast svimmul, og um illa stendur til so kann man svíma, og svímar tú á einum arbeiðsplássi kann tað skjótt gerast vanlukkuligt, bæði fyri teg og onnur.

Hettar er serliga galdandi fyri roykjarir og fólk ið stríðast við vektini, og so tey ið havað Astma, Bronkitis og so framvegis.

Skilji eg rætt, so er teirra heilsustøða ikki tikin við í hesi avgerð.

Læknar siga eisini, at langtíðar nýtsla av munnbindi og kronisk sprittvasking, er við til at niðurlaga imunverjuna. Hettar kemur frá læknum, og entá serlæknum sum eitt nú Anrew Kaufmann, Dan Erickson og Artin Massihi, og eg kundi nevnt fleiri atrat, men tit kenna teir helst ikki, tí teir sleppa ikki til orðana av tí at teir ikki hava tað meining ið vit øll skullu havað. Júst tað at vit eru í eini Pandemi ið drepur allar ommunar um vit ikki makka rætt.

Einasti Pandemi ið herjar í heimunum nú á døgum er kollektivt hysteri!

Munnbind ella bindmunn?
Ein onnur ikki tespilig avleiðing av langtíðar nýtslu av munnbindi er “mask mouth” ella maskumunn.

Tað er líkt við tað ið amerikanar kallað “Meth mouth”

Tað stutta av ti langa er at tenn og tannkjøt ávirkast til tað verra. Tað byrjar við ringum anda. Eg skal leggja eitt link so tit sjálvi kunnu lesa.

https://nypost.com/2020/08/05/mask-mouth-is-a-seriously-stinky-side-effect-of-wearing-masks/

Og so líka tað viðvíkjandi andadráttinum.

https://www.jpost.com/health-science/could-wearing-a-mask-for-long-periods-be-detrimental-to-health-628400

Men tað ið eg eisini vil peika á er, at eg haldi tað vera vánaligt av leiðsluni í landinum. Ì hesum førum serliga tí læknaligu leiðsluni, at tey tilmæla munnbind, og í fleiri og fleiri førum krevja munnbind uttan nakra sum helst vegleiðing ella tilráðing um hvat ið langtíðar nýtsla kan føra við sær.

Nú lurtið eg ikki so nógv eftur Kovi-F. Men á tíðinda síðunum havið eg ikki sæð nakað sum helst ið minnur um tað ið eitur læknalig vegleiðing viðvíkjandi munnbind. Ei heldur á Korona síðuni

Man skal minnast til at tað eru nógvir føroyingar ið havað tungt og strævið arbeiði, og at forvænta tað at tað skal gerast við munnbundi haldið eg er ábyrgdarleyst. Vit tosa um 8-12 tímar, 5-7 dagar um vikuna, har tú sleipar lyftur og blakar tunga vekt omaná vekt, og við eini masku um munnin!? Tit eru ikki í ordan.

Orsaka stavivillir og annað tílíkt.

Vónandi fekk eg mín boðskap út hóast alt.

Heilsan.
Gundur Streymoy