Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru Bergfríða og Hans Thomsen. Eg havi gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, verið samfelags-málsligur studentur í Hoydølum og havi nomið mær tónlistarliga útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í gittarspæli. Eg havi arbeitt sum tónleikalærari í Danmark og Føroyum, og í løtuni arbeiði eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum sjálvsstøðugur tónleikari. Eg livi saman við damuni Anniku og 11 ára gomlu Følv. Vit búgva í miðbýnum í Havn. 19 ára gamli sonur okkara, Hans Andrias, er farin niður til Århus at lesa HF.

Eg fokuseri á miðbýin, mentan, list, útbúgving, bústaðir og vinnulív.

Vónandi hugsar tú um meg í atkvøðuboksini tann 13. novembur. Alt tad besta! :-)

Multifunktionella Vestara Bryggja

2012-10-24 03:46

Politikkarar tosa um trivnað upp í saman. Hetta orðið er so líðandi blivið til eina stóra, misfataða klisjé. Veruligur trivnaður fæst heilt einfalt fyrst og fremst av at hava okkurt at fara upp til hvønn dag - nevniliga eitt arbeiði!


Tað var ein sorgarleikur fyri nógvar familjur, tá ið Faroe Seafood fyri tveimum árum síðani fór av knóranum. Hetta var samstundis ein stór avbjóðing fyri ALS, sum eftir eitt stutt vikuskifti kundi skráseta 600 fleiri arbeiðsleys í skipanina. Í allari neyðini lá kommunan (tíbetur) framvið og keypti bygningarnar á Vestaru Bryggju eftir trotabúgvið. Fyrr í ár hoyrdust tíðindini um, at arbeiðarafeløgini í Havn síðani høvdu funnið ein íleggjara, sum var sinnaður at keypa maskinurnar og at fáa virkið uppaftur at koyra - treytað av, at kommunan leigaði virkinum hølini. Men enn er ógreitt, nær hetta verður, og sagt verður, at bíðað verður eftir ymsum, eitt nú góðkenning frá heilsumyndugleikunum, eftirsum onkrar broytingar skulu gerast í bygninginum.

Hvussu verður og ikki, so fari eg, um eg skuldi verðið valdur at ráða fyri borgum í Havn, at gera mítt til, at gongd kemur aftur á virksemið á Vestaru Bryggju, og fólk sleppur aftur til arbeiðis. Tað er ongin grund til, at høvuðsstaðurin ikki skal fáa sín ágóða av arbeiðsplássunum, sum okkara høvuðsvinna skapar. Vert er at hava í huga, at har eru fleiri avleiddar vinnur av fiskivinnuni, sum eitt nú trol, ymsar tænastur og eitthvørt á skipasmiðjuni - so ivaleyst er talan um rættliga nógv arbeiðspláss tilsamans.

Økið við Vestaru Bryggju er annars rættiliga stórt í vavi, einar 10 ferðir størri enn Skálatrøð, verður sagt. Ynskiligt var, at vit høvdu eitt nýmótans uppisjóvarvirki, eins og tey hava á Tvøroyri - so kundu starvsfólkini á fiskavirkinum fingið endurútbúgving til tess. Men her kundi eisini verið so nógv ymiskt annað umframt fiskivinnu og skipasmiðju. T.d. útbúgving. Hendan kundi hóskandi verið í tráð við ta vinnu, sum er í økinum.

Sjósavnið var eisini ein eyðsæddur stovnur at havt í økinum. Hetta savnið kundi virkað sum ein samanrenning av mentan, vinnu og útbúgving, og kanska eisini fungerað sum eitt slag av móttøku hjá fiskavirkinum. Bert nøkur hugskot.

Annars er eitt oljufelag har frammanundan, og eitt høli við Skipasmiðjuna, sum verður brúkt sum framsýningarhøli / atelier hjá listafólki. So hví ikki? Vestara Bryggja kann saktans vera eitt multi-funktionelt øki í kommununi.

X-trivnaður, X-vinna, X-Leivur Thomsen, ein kreativur politikkari, listi E

Les meira her: http://www.politikkur.fo/vis-leivur+thomsen-greinar