Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Móðurlívskríggið - Øll ófødd børn hava rættin til lívið!

2022-07-11 22:16

Kunnleikin um nøkur tøl úr Føroyum um, hvussu mong barnadráp í móðurlívinum eru framd í Føroyum upp gjøgnum árini, eru neyvan alment upplýst, men bara í Danmark hevur barnadrápstalið í móðurlívinum rundað milliónina síðani ”sokallaða fría barnadrápslógin” (abortlógin) kom í gildi í Danmark, góðtikin á fólkatingi tann 24. maj 1973 og sett í gildi 1. okt. sama ár. Haraftrat reypar Danmark sær av at vera eitt av teimum fyrstu londunum í vestureuropa at innføra frítt barnamorð í móðurlívinum. Hvussu kann hetta vera nakað at reypa sær av? Um nú grønlendsku og føroysku tølini eru við í áðurnevndu milliónaupphædd, ber ikki til at siga í skrivandi løtu.

Tað hevur ljóðað gjøgnum áratíggir, at mangar føroyskar kvinnur hava sníkt seg niður til Danmarkar at fremja tílíkar barnamyrðingar í móðurlívinum við náði frá donsku drotningini, sum kortini einki hevur við Guds náði at gera, og hvørs náði als ikki loyvir slíkum viðurstygdum innan sínar karmar. Og neyvan finst nøkur hagtøl fyri slíkar myrðingar-herferðir niður til sortudíkið í Queensland.

Men tað kann ongantíð kallast fyri rætt ella rættvíst, tilvitað at týna eitt annað mannalív, líka mikið hvussu lítið hetta menniskjað enn er.

Ì hesi grein skal innleiðandi fyrst leggjast dentur á, hvussu avgerðandi tey fyrstu árini eru hjá lívi barnsins, til tess at fyribyrgja komandi møguligum trupulleikum hjá barninum seinni í lívinum.

Her eigur at vera farið í gongd við fyrireikandi arbeiðinum longu frá gitnaðinum av!

Barnsins lív byrjar longu í gitnaðinum, og harvið kann nógv longu gerast frá lívsins byrjan av viðvíkjandi sunnum og góðum fyrireikandi tiltøkum, fyri at skapa eina góða byrjan fyri komandi nýfødda barninum.

Eftirsum Føroyar eru undir danska statsvaldinum, skal líka nevnast her, at í okt. 2019 kom danski forsætisráðharrin , Mette Frederiksen (S), at tosa um fría barnamyrðing í móðurlívinum í síni opningstalu til Fólkatingið. Hon helt fyri, at frælsisrættindini hjá kvinnum vóru hótt, eftirsum at knyklar vórðu settir í brýr frá ávísum mótstøðukreftum viðvíkjandi sokallaðu rættindunum til fría barnamyrðing í móðurlívinum. Barna- og kenslumálaráðharrin (børne- og undervisningsministeren) í Danmark, Pernille Rosenkrantz-Theil(S) er so fræg, at hon bæði viðurkennir og leggur dent á, at mannalívið byrjar við gitnaðinum, men danski forsætisráðharrin hinvegin er fortalari fyri at drepa hesi verjuleysu børnini í móðurlívinum, ið eiga rættin til lívið eins og vit øll onnur. Harvið draga donsku socialdemokratarnir ikki somu línu í málinum.

Danski forsætisráðharrin hevur útnevnt seg sjálva til forsætisráðharri barnanna. Hon kann kanska rósast fyri at hava eitt tílíkt hjartans ynski, men tíverri eru hetta ikki øll børn hon hevur í huganum hesum viðvíkjandi. Tey børn, ið gitin eru í móðurlívi, hvørs lív eru byrjað, men sum ikki enn eru fødd, hesi børn hava, í forsætisráðharrans eygu, eingin rættindir yvirhøvur og als ikki grundleggjandi rættin til at verða fødd og tískil rættin til at liva.

Sambært uppgerð frá danska ”Sundhedsstyrelsen” í Danmark, hvørs uppgerð stavar frá ár 2019, eru ein sløk millión børn myrd í móðurlívinum síðani sokallaða fría barnamyrðingarlógin var innførd í 1973 í Danmark, sama árið sum Danmark gjørdist limur í EF. Hetta er heilt ófatuligt og hartil bæði skelkandi og ræðandi, at mongdin av barnamyrðingunum í móðurlívinum er so mikið høg bert í Danmark.À verðinsplani verða uml. 37 mill. barnamyrðingar í móðurlívinum framdar um árið, og gevur hetta uml. 1,8 MIA barnamyrðingar í móðurlívinum samanlagt síðani 1973. Hetta svarar aftur til góðar 100.000 barnamyrdingar í snitt um dagin, hvønn dagin tey seinastu 49 árini á verðinsplani.

Kortini tykist eingin at liggja svøvnleysur yvir hesi óhugnaligu mongu drápini av óføddu børnunum í móðurlívinum. Hetta kann av sonnum sigast vera eitt heimskríggj hvarí tað eru mong fleiri deyð í hesum heimskríggi enn samanlagt í 1. og 2. heimsbardaga. Og hetta krígssvørðið verður rættað ímóti ófødda barninum í móðurlívinum, ið nærum ongan góðan eigur at verja seg ímóti hesum djevulsku, svikaligu og týnandi álopunum. Sum skriva stendur: ”Tjóvurin (t.e. satan) kemur bert fyri at stjala og drepa og forkoma; …” (Jóh. 10:10). Altso, hann hevur onga orsøk fyri at gera hetta. Hann ger tað tí tað er hansara náttúrða, men hetta merkir ikki at hann skal fáa loyvi til hetta. Bíbilska læran er jú klár í sínum teksti, at satan verður nevndur ”gudurin í hesum heimi”, og hansara tænarar verða kallaðir fyri ”harrarnir í hesum heimi” tvs., øll tey sum mynda politisku systemini í hesum heiminum so sum kongar høvdingar, forsetar, stjórnmálaráð, stjørnarvøld v.m. og tess undirhús og tilhoyrandi tænastufólk. Øll hesi eru satans tænarar, sum tað eisini sæðst klárt og týðiliga í dag.

Jesus er tann sum segði: "Latið hini smáu børnini koma til Mín, og forðið teimum ikki! Tí kongaríki Guds hoyrir slíkum til.” (Luk. 18:16). Men at slakta ófødda barnið í móðurlívinum er júst at forða fyri hesum møguleikanum, og so er tað sjálvsagt eisini ein brotsgerð at drepa eitt verjuleyst barn í móðurlívinum. Har finst eingin góðtakilig umbering fyri slíkum tilvitaðum óndum brotsverkum! Um so er, at heimsins politikkarar smíða lógir har tað er loyviligt at drepa verjuleys børn í móðurlívinum, so er og verður hetta framvegis lógarbrot og brotsgerðir ímóti Guds boðum, lógum og fyriskipanum, ið eru ævigt galdandi boð, lógir og fyriskipanir yvir øllum øðrum boðum, lógum og fyriskipanum!

Løgnar útsagnir

Ein kann bert undrast yvir útsøgnina frá Annitu Á Fríðriksmørk herfyri (30-06-2022). Hon segði m.a.: ”Tíðin er komin, at vit fáa fría abort í Føroyum.” Ein kann so spyrja um, hví tíðin júst nú er tann rætta til at týna tey óvardu og óseku smábørnini í móðurlívinum í Føroyum? Hvør pressar hana til at tala so svakligt? Annita fer víðari og heldur fyri, at tey vesturlendsku virðini við fólkaræði og mannarættindum koma at vinna á konservativa høgravonginum í Føroyum. Aftur her má spyrjast um, hvussu kann ein taka til sín sokalla vesturlendsk virðir inn til sítt egna land, hvarí hesi sokallaðu virðir m.a. ganga út uppá at myrða ófødda barnið í móðurlívinum? Hartil skal nevnast, at vesturheimurin hevur einki fólkaræði, men verður stýrt og kontrollerað av nazistiskum og fasistiskum kreftum, hvørs kreftir eisini Føroya Landsstýrið hevur givið seg inn undir. Eisini eru mannarættindini skumpaði til viks, nakað sum m.a. bæði Covid19 skammið og abortlógin hevur prógvað fyri okkum.

Her skal líka nevnast eisini, at tá Annita køkir ”fólkaræði og mannarættindir” uppí kjakið um barnamyrðingina í móðurlívinum, so meinar hon eins og danski Eindarlistin, at barnamyrðingin í móðurlívinum hoyrir til eitt satt fólkaræði og hartil kemur inn undir mannarættindir ella náttúrlig mannarættindir, soleiðis at skilja, at tað skal verða ein náttúrligur mannarættur at taka mannalív í einum sokallaðum fólkaræði. Hetta er bara so langt úti sum tað kann verða.

Fakta er, at vesturheimurin hevur als eingin andalig virðir yvirhøvur, einans ein ísakaldan kenslukulda við tilhoyrandi hjartaloysi og einki annað. Hyklarí er av sonnum vorðið Vesturheimsins vørumerkið. Vesturheimurin verður stýrdur og kontrolleraður av nazistiskum og fasistiskum kreftum burturav, og hesi sokallaðu vesturlendsku virðir er so vónin hjá Annitu. Ja, djúpt sakk sokallaða tjóðveldið og mong onnur við teimum!

Eisini kemur Annita inná hetta, at barnamyrðing í móðurlívinum kemur inn undir etisk ”a lá” moralsk framstig, Àlvaratos altso, kann eitt sokalla politiskt samfelag gerast meiri deyðasjúkt enn tað sama? At kalla legalisering av barnamyrðing í móðurlívinum fyri eitt etiskt/moralskt framstig???

Danski Eindarlistin hevur eisini eina sjúka hugsan hesum evni viðvíkjandi, ti tað undrar Pernille Skipper úr Eindarlistanum í Danmark, at danska stjórnin einki ger fyri at hjálpa føroyskum kvinnum, sum sambært teimum ikki hava tey náttúrligu mannarættindi, sum fosturtøka a lá fosturdráp er. Altso, her verður sagt av teimum, at manndráp verður, av teimum og mongum øðrum við, rokna fyri NÁTTÚRLIG MANNARÆTTINDIR. Hugsið tykkum líka um eina løtu og grundið líka yvir hetta, at tað er komið so langt nú, at manndráp av verjuleysum ósekum børnum í móðurlívinum verður roknað fyri >náttúrlig mannaraættindir!?< - HALLÓ HALLÓ, er nakar heima???

Altso, samanumtikið er boðskapurin frá hesum ymsu kreftunum tann, (tvs., teimum kreftum sum ganga inn fyri fría barnamyrðing í móðurlívinum), at >>barnamyrðing í móðurlívinum er eitt etiskt/moralskt framstig í einum sokallaðum fólkaræði, og hartil at rokna fyri náttúrlig mannarættindir ið kann bólkast inn undir heilsurøkt!<<

Eg sigi bara eins og skriftirnar læra, at ”dómurin yvir slík stendur frá gamlari tíð ikki stillur, og undirgangur teirra svevur ikki.”

Og hví hoyrist ikki eitt kis frá sokallaðum kirkjum og samkomum? Eru hesar eisini fult og heilt við í hesi ørskapsins skútu? Eitt er heilt vist og sikkurt, og tað er, at Gud letur seg ikki spotta og hann letur ongan sleppa at misbrúka HANSARA NAVN OG NÁÐI, og samstundis sleppa væl frá hesum! Heiløgu skriftirnar eru tær einastu í heiminum sum hava tí røttu, sunnu og sonnu moralsku læruna. THOU SHALL NOT KILL! At týna lív hevur einki við kærleika ella næstrakærleika at gera! Hvussu fáa fólk tað til at verða, at týna verjuleysa ófødda barnið í móðurlívinum, kemur inn undir heiløgu boðini: ”Tú skal elska næsta tín sum sjálvan teg!?”

Fakta er, at í hesum málinum eins og í flestu sokallaðum føroyskum politiskum viðurskiftum, noyðast sokallaðu føroysku politikkararnir at dansa eftir sigarettini hjá donsku drotningini. Eingin torir at bróta út úr skitna, danska klædnaskápinum, á hvørs klædnaskápi stendur >Made in USA!<

Ræðuskítar/dirvisloysingar skulu ikki arva Guds kongaríki, lærir skriftin, ei heldur manndráparar. (Opinb. 21:8). Hesi hava lut sín í eldsjónum, livandi í eini ævigari pínu. Men til ber, at umvenda seg frá slíkum djevulskapi og harvið bjarga síni sál frá ævigari glatan við, at venda um frá slíkum illverkum og trúgva á Kristusar evangelium.

Eg meini so við, hvat er tað sum fær fólk at halda og trúgva tí, at ein kann sleppa væl frá at myrða og drepa á slíkan hátt, uttan at tað fær fylgjur fyri tey, sum útinna tílík brotsverk? Og at eingin roknskapartími liggur fyri framman??? Hetta alt er, tað sum danir rópa fyri, ”det glade vanvid!”

Ì Danmark er sokallaða barnamyrðingarlógin (abbortlógin) bólkað inn undir evnið: ”Sundhedspleje a lá heilsurøkt!” So verður helst eisini í Føroyum, um tað ikki longu er hent!? Hetta kemst av, at í USA er abbortlógin bólkað inn undir amerikanska ”healthcare!”

Men í helviti finst eingin heilsurøkt uttan bert ein ævig pína!

”Tað var honum betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð kastaður í havið, enn at hann skuldi vera einum av hesum smáu til ástoyt.” (Luk. 17:2).

Hvussu verður støðan tá fyri tey sum ganga inn fyri myrðingini av ófødda barninum í móðurlívinum? Hvussu kunnu fólk rættvísgera tílík øgilig brotsverk ímóti sakleysum, verjuleysum børnum?

”Eftir at Gud tá hevur havt tol við tíðum vankunnleikans, gevur Hann nú menniskjunum tað boð, at tey øll allastaðni skulu venda við.Tí Hann hevur ásett dag, táið Hann skal døma jarðarríki við rættvísi - við manni, sum Hann hevur sett til tað; og hetta hevur Hann prógvað øllum við at reisa Hann upp frá hinum deyðu." (t.e. Jesus Kristus, Sonur Guds, skapara himins og jarðar). (Àps. 17 : 30-31).

Beinið burtur kreppuna og ikki barnið!

Støðan er bæði syndarlig og vanlukkukend, at tá ið vit tosa um børn gitin í móðurlívinum og sum ikki enn eru fødd, verður borið at sum um tey bert eru til, um tey eru ynskt í forvegin. Men tey eru til óansæð um tey eru ynskt ella óynskt. Tey eru ein sannur veruleiki frá gitnaðinum av. Hetta er at vanvirða ófødda barnið í móðurlívinum, gera tað týdningarleyst og virðisleyst.

Ein gitnaður er ikki bert møguliga eitt menniskja, men eitt menniskja við lívslongum møguleikum.

Ein verður ikki stigvíst (so líðandi) til eitt menniskja, men búnast og mennist í samsvar við arvafrøðiliga arvalykilin (genetisku kotuna) og menniskjaligu náttúrðuna. Eingin munur er á íborna menniskjaliga virðinum, óansæð um barnið í móðurlívinum er 1, 3, 5, 7, 9, 11, 25 vikur gamalt ella eldri. It’s still a human being!

Fyri at venda aftur til røðuna hjá danska forsætisráðharranum til Fólkatingið í okt. 2019, so køkir hon orðið rættvísi saman við barnatýningina í móðurlívinum. Tí má spyrjast inn til, fyri hvønn er barnatýningin rættvís fyri??? Hvar er rættvísi at finna fyri tey børnini ið verða vald frá???

Tað kann ongantíð verða rætt ella rættvíst tilvitað at taka lívið av einum øðrum menniskja, líkamikið hvussu ungt ella lítið hetta menniskja so er. Tað er sera óhugnaligt og trist at hoyra kvinnur fagna rættindunum til at týna komandi ættarlið. Hevur eitt menniskja ikki rættin til lívið, gerast øll onnur rættindir týdningarleys.

>Tá ein heldur fast uppá, at barnamyrðing í móðurlívinum handlar um rættin til sjálvi at velja, frávelur ein samstundis at nevna, at tað eisini handlar um rættin til at flýggja frá avleiðingunum av sínum egna vali, við at taka valmøguleikan frá einum øðrum menniskja.<

Hetta løgna herrópið frá mongum kvinnum: ”My body, my choice ella mín kroppur, mítt val”, er sera egoistiskt. Hoyrir eingin ófødda barnið í móðurlívinum ið berjist fyri lívinum rópandi: “My body, my soul, my choice to live and not to be killed?”“Mín kroppur, mín sál, mítt val til at liva og ikki verða dripið?” Barnið í móðurlívinum rópar til mammuna: ”Hey mamma, hvar er mín valrættur til lívið?” Men barnið fær bara hetta kalda aftursvarið frá mammuni/foreldrunum: ”Mín kroppur, mítt val!” Men har er altso ein annar livandi kroppur í kvinnukroppinum. Hví er tá ikki sama valslogan galdandi fyri kroppin í kvinnukroppinum?

Men skriftin hevur ávarað okkum um hesa hending, id er ein myndafrágreiðing um andaliga fráfallið frá Gudi í endatíðini: ”Sólin skal umskiftast í myrkur, og mánin í blóð, áðrenn dagur Harrans kemur, hin stóri og dýri.” (Àps. 2:20). Sólin er ein mynd uppá pápan og mánin ein mynd uppá mammuna. (1. Mós. 37 : 9-10). Pápin og mamman hava mist sítt skin av at vera foreldur at sínum børnum, foreldur, sum áttu at tikid sær av sínum egna avkomi og ikki taka avgerð um at forkoma sínum egna avkomi. Eisini hetta boða skriftirnar frá, at ein tílík tíð skuldi koma sum var hetta ónd: ”Bróðir skal geva upp bróður til deyða, og faðir barn sítt ;[upp til deyða] …” (Mark. 13:12a).

Politikkurin í slíkum viðurskiftum átti at verið tann, at eingin kvinna má verða slept uppá fjall, bert tí, at hon frá náttúrðunnar hond hevur fingið ta stóru uppgávuna, at bera nýggja lívið undir belti og føða barnið inn í hendan heimin. Tessvegna: Latið tað verða ein hjartasøk at bjarga bæði mammuni og barninum, tí at svarið uppá eina kreppu-viðgongutíð (t.e. óætla viðgongutíð/graviditetur) má verða, at beina burtur kreppuna, men ongantíð at beina burtur barnið.

Tað er ein sjálvfylgja, at eitt gitið barn í móðurlívinum SKAL hava rættin til at liva!

Lívið veitir ongum nakað veðhald, men barnatýningin í móðurlívinum veitir ongar møguleikar.

Nakrir vekingarspurningar:

1). Hvussu er, er tað so livandi galið, at eingin lóg finst í landinum sum verjir fremsta rættin hjá menniskjum, tvs., rættin til at liva? Fyri ikki at tosa um hesi rættindir hjá teimum veikastu borgarunum í samfelagnum?

2).Hví verður tað, av teimum flestu, ikki rokna fyri eittlívláttá ófødda barnið í móðurlívinum verður tikið av døgum?

3). Hví verður tað ikki rokna fyri eitt BROTSVERK tá ófødda barnið í móðurlívinum verður tikið av døgum?

4). Tá lívstráðurin í móðurlívinum verður kvettur av, meðan barnið enn liggur í móðurlívinum, missur eitt menniskja tá ikki lívið? (Ì mínari verð er svarið eitt klárt JA!).

5). Eru Føroyar tað illa fyri økonomiskt? Ráð eru til at byggja dýrar undirsjóvar tunlar í luksusklassanum, miðnámsdeplar, skúlar, nýmótans fiskiskip, (eisini í luksusklassanum), ítróttarhús, kirkjur- og samkomur v.m., eisini í luksusklassanum, alt samanlagt fyri milliardir kr. í luksus. Er tað stak vánaligar framtíðarútlit á tí økonomiska økinum sum pressar kvinnur til at myrða síni egnu børn í móðurlívinum, kundu myndugleikarnir ikki tá funnið pengar til at eliminera kreppuna og samstundis bjarga ófødda barninum frá at verða myrt við køldum blóði? Eru ongar kanningar gjørdar ið kunnu avdúka, hví so mangar kvinnur velja hendan óhugnaliga útvegin, at myrða sítt egna barn í móðurlívinum?

6). Sum áður nevnt, sambært uppgerð frá danska ”Sundhedsstyrelsen” í Danmark, hvørs uppgerð stavar frá ár 2019, eru ein sløk millión børn myrd í móðurlívinum síðani sokallaða fría barnamyrðingarlógin var innførd í 1973 í Danmark, sama árið sum Danmark gjørdist limur í EF. 3 ár seinni kann ein rokna við, at milliónin er nádd, og eru tískil 49 ár farin við at týna 1 millión ófødd børn í móðurlívinum. Hetta kann samanberast við, at tveir skúlaklassar verða avrættaðir hvønn dag í Danmark. Fyristilli tykkum at myrða tveir stórar skúlaklassar um dagin í 49 ár, hvønn dagin!? 20.440 børn um árið í 49 ár. Og so grenja fólk um hundalortar ið liggja á fortovinum og sum hundaeigarar ikki tíma at samla upp, men 56 barnadráp um dagin gjøgnum 49 ár, halda fólk flest er í fínasta lagi. Tá hoyrir tú einki kis frá nøkrum um hesi ræðuligu og óhugnaligu viðurskiftir. Hvussu kunnu fólk rættvísgera tílíkar óhugnaligar brotsgerðir? Tað vit hava við at gera her, kallast rætt og slætt fyri eitt fólkamorð gjøgnum eitt langt tíðarskeið. À enskum máli kallast hetta fyri ”genocide!”

7). Ì ferðsluni hava politikkararnir nakað teir rópa fyri null-hugsjónin. Hetta gongur út uppá at fáa talið av deyðsføllum í ferðsluni niður á null. Hetta kemst av, at menniskjur hava stórt virði tá saman um kemur. Menniskjavirðið í móðurlívi átti at havt líka stórt virði sum menniskjan í ferðsluni.

P.S.: Við vilja er ikki tikið við í hesi grein um tey viðurskiftir ið umfata óviljaðan, avbrotnan gitnaðarvøkstur (ufrivillig abort/spontan abbort), ei heldur tær støður har valið stendur millum at bjarga annaðhvørt mammuni ella barninum. Hesi viðurskiftir telja uppí tey heilt fáu prosentini av øllum hópinum sum lata lív í móðurlívinum hvar eingin bjarging eru fyri hesi, og er tað tí ikki í slíkum førum at talan er um manndráp. Restin (væl omanfyri 90%) eru tilvitað barnamorð í móðurlívinum hvarí tey øll kundu bjargast, um viljin og kærleikin var til staðar. Fyri ikki at nevna OFFURVILJIN til at frelsa síni egnu børn heldur enn offurviljin til at myrða børnini UTTAN GRUND!

”Børn eru gáva Guds, lívsfrukt er løn.” (Sálm. 127:3).

Rundast skal av við áminningini um, at øll hava vit, sum í dag eru á lívi, einaferd ligið trygt, sunt, gott og fjálgt og hartil væl vard í móðurlívi, umgyrd við nógvum kærleika! At týna mannalív hevur einki við kærleika at gera, ei heldur næstrakærleika!

”Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum (móðurlívinum). Sum kropsbygnaða sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.” (Sálm. 139 : 15-16).

”Hann, ið plantaði oyrað, man Hann ikki hoyra! Hann, ið skapti eygað, man Hann ikki síggja!” (Sálm. 94:9).

Jú, Hann hevur bæði sæð hvat er í umbúna, er farið fram, framvegis gongur fyri seg og HOYRT skríggini og neyðarrópini frá álopna og óvarda barninum í jarðardjúpinum ið dripið varð!

Vaknið av álvara og takið annað skinn um bak!

Símun A. Klein