MINI TEEN STREET - meira enn 2.000 vitjanir!

2020-03-02 11:16

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus

Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

Skrivað: pjd, Glyvrar 24.02.2020

Tú kanst hoyra innslagið inni á Krist. Tíðindasendingini á R7.fo

__________________________________________________________________________________

MINI TEEN-STREET 2020
- meira enn 2.000 vitjanir

Seinastu árini hevur Mini Teen-Street verði hildið í Bylgjuni í Runavík. Aftur í ár hava fyrireikararnir bjóða ungdóminum í samkomum, missiónshúsum og kirkjum at koma til Mini Teen-Street, sum varð hildið seinasta vikuskiftið, 21 – 23 februar, í Bylgjuni í Runavík. Byrjað var fríggjakvøldið kl.20:00 og seinasta møti var sunnukvøldið kl.18:00

Margareth Djurhuus, Randi og Símun Jóannesarson Hansen eru framvegis í nevndini og stóðu sum fyrireikarar av átakinum. Andrias Magnussen av Nesi, er nývaldur limur í nevndini, og var eisini ein partur av fyrireikingini. Tey høvdu ein herð av hjálparfólki, sum stuðlaðu við teimum ótalligu uppgávunum, ið eitt slíkt átak krevur.

Fyrireikararnir siga við Kristiligu Tíðindasendingina, at aftur í ár var sera góð undirtøka, har meira enn 2.000 vitjanir vóru í alt til øll trý møtini. Atkoman hevur verið ókeypis á hvørjum ári, og soleiðis eisini í ár. Men tiltakið krevur eina árliga fíggjarætlan upp á umleið 100.000 krónur. Nevndin fyri Mini Teen-Street takkar samkomum, kirkjum, privatum og vinnulívinum, sum aftur í ár hava tikið væl undir.

REUNION OG BRELLBITI: Árliga Mini Teen-Street í bylgjuni í Runavík skal eisini skiljast sum ein reunion fyri tey, sum ígjøgnum mong ár hava luttikið á Teen Street í Týsklandi, og eisini sum ein brellbiti fyri tey, sum ikki enn hava upplivað Teen Street í Týsklandi. Teen-Street møtini í bylgjuni í Runavík eru skipaði eftir sama leisti sum Teen-Street legan í Týsklandi.

Aftur í ár vóru hjúnini Josh og Deb Walker boðin at vera við sum høvuðstalarar. Hetta er fjórða ferðin, at tey eru við til Teen-Street í Føroyum. Evni í ár var Móses – eitt við Gud.

Josh og Deb hava aftur í ár lati eftir seg ein læruríkan og íblásandi boðskap, sum øll tey, ið vitjaðu í Bylgjuni í Runavík um vikuskifti kunnu fáa gott av. Tað var Poul í Skorini úr Leirvík, sum tulkaði Josh og Deb.