Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mentanarpolitikkur

2019-08-31 04:01

Okkara mál og mentan ger okkum til føroyingar.

Tað er umráðandi at minnast til, at um tað føroyska málið verður sindrað, so fer mentanin við. Tað føroyska málið er tað, sum ber mentanina. Einki annað kemur í námind av . Tað, at royskt er allastaðni í okkara mentan og samfelag, ger helst, at vit ikki hugsa so gjølla um taðTað mugu vit. Okkara mentan hevur ment seg so at siga síðani fólk á fyrsta sinni settu búgv her. Tað, tey gjørdu fyri at lívbjarga sær í okkara harðbaldnu náttúru, bleiv júst til tað, sum í dag er okkara mentan. Ein aldarlong tilvenjing, framd í verki og orðum. Mál og mentan okkara kan á ongan hátt skiftast út við nakra aðra mentan, uttan at vit missa meira enn vit fáa.

Vit skulu stimbra málsligu menning barnsins. Føroysk børn skulu hava atgongd til føroyskt tilfar. Vit eiga at uppraðfesta føroyskt barnabókatilfar, og týða útlendskar barnasendingar til føroyskt. Hesar eiga somuleiðis at vera atkomuligar á netinum.

Tilflytarir skulu assimilerast til føroyskt mál og mentan, fyri at kunna virka og liva í føroyska samfelagnum á fullgóðan hátt. Tað hevur við sær, at børnini eru best møguligani fyri, tey byrja í skúla. Vandin við ikki at duga nóg væl føroyskt er ótryggleiki og vantandi sjálvsálit, og kann hetta elva til sálarligar trupulleikar.

At kenna seg sjálvan er umráðandi, og ein trygg kensla av samleika eigur at birt ast í skúlanum. At kenna sína og sítt lands søgu er umráðandi fyri fatanina av samtíðini, eins og etikkur og heimspeki eigur at fáa pláss í skúlanum. Rørsla og serliga svimjing er nakað, eigur at hava eitt sentralt pláss. Skapandi virksemi í skúlanum, við møguleika at royna ymisk ljóðføri, skal raðfestast høgt. skal máti vera við: Ikki skal nakar dugnaligur handverkari tarnast av óviðkomandi frálæru, fólkaskúlin er lokin.

Vit eiga at geva føroyskum listafólkum góðar og tryggar karmar at virka undir. Eitt við at fíggja bóka- tónleika- og øðrum listarligum útgávum, so at eingin mentanardýrgripur verður liggjandi í eini skuffu og aldrin kemur at ríka okkara mentan .

Játtanin til ÍSF skal økjast til frama fyri fólkaheilsuna og landsins umdømi. Skipast fyri - í samstarvi við skúlarnar - at øll børn í Føroyum læra at svimja og lívbjarga sær á sjónum.

Mentanararbeiðspláss skulu skapast, har serliga tað gráa gullið ( pensiónistar o.o .) k ann gagnnýta sínar royndir og kunnleika til frama fyri eitt barnaskúlan, kvøldskúlan, ferðavinnuna og skeiðir fyri tilflytarar.

Ein føroyingur, er vælmentur, stendir seg væl millum aðrar mentanir í altjóða høpi. Hann er førur fyri at bæði stimbra sína mentan og lata hana í arv til komandi ættarlið.

Smærri mentanir og móðurmál eru, sambært UNESCO, í vanda. Serliga orsakað av fíggjarligum vøkstri og globalisering. Vit eiga at raðfesta okkara mentan allastaðni.

Vegna Framtakið

Jákup Hans Heinesen