Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Mentanarmiðpunktið í Føroym

2012-10-20 06:25

Tórsgøta og umhvørvið har um leiðir verður ein livandi býarpartur við tónleiki, sjónleiki og list. Eitt mennandi umhvørvi fyri ungdómin, ein perla fyri ferðafólk og borgarar!

Reinsaríið                                                                                                                    Ímynda tær ein 

tónleikapall burturav, har bólkar og einstaklingar skapa eitt fjøltáttað tónleikaumhvørvi, og at bæði búsitandi og ferðandi fáa høvi til at uppliva føroyska og aðra tónleikamentan. Har tað ber til at arbeiða, netverka ella bara steðga á og hugna sær eina løtu. Ein mentanarstovnur, ið samstarvar við aðrar stovnar í landinum, verið seg musikskúlar, kvøldskúlar, tónleikafeløg, ungdómshús og onnur mentanarstøð. Har tónleika- og listafeløg hava sína miðstøð og hentleikar til at gera verkætlanir, halda fundar- og skeiðvirksemi og annað tílíkt.

Perlan

Ímynda tær glæsiligu Perluna uttan svarta veggtjaldið og við nýggjum trægólvi, og húsið fekk tað byggilistarliga skapið, sum upprunaliga var ætlanin. Har upplestur, dansur, sjónleikur, tónleikur, listaframsýningar fyllir karmarnar. Ein hentur bygningur hjá borgarum, stovnum og fyritøkum til móttøkur, samkomur og annað mangt.

 

Tjóðpallurin

Ímynda tær Tjóðpallin úti á Skálatrøð við nútímans parkeringsviðurskiftum, sum ikki spilla býarmyndina. Ein listarligur miðdepil við fjølbroyttum leiksýningum og undirhaldi. Ein virðiligur pallur, ið gevur yrkisleikarum og øðrum listafólki hóskandi hentleikar og karmar at bjóða fólki. Ein stórfingin andlitsmynd hjá býinum og mentanini.

 

Margarinfabrikkin og Meiðaríið

Ímynda tær eitt endurnýggjað og víðkað ungdómshús, ið bjóðar børnum og ungum av í hugflogi, list og mennandi ítrivi. Hagar børn og ung leita sær avbjóðingar eftir áhuga og hegni. Eitt vakstrarhús, ið gevur okkara ungdómi eitt mennandi felagslív og møguleika at hava ávirkan á virksemið. Har starvsfólkum og brúkarum standa í boði nútímans hølir og hentleikar at virka og mennast í.

 

Íshúsið

Ímynda tær, um lítla Íshúsið aftan fyri Reinsaríið fekk ta stødd, sum heiðurliga virksemið í húsinum hevur uppiborið. Her hevur Havnar Hornorkestur sínar venjingar, sína goymslu av ljóðførum og sítt nótasavn. Orkestrið, sum í meira enn eina øld hevur verið ímyndin av hátíðarhaldi og fagnaði í høvuðsstaðnum. Lítla Íshúsið er ov lítið. Næsta ár fyllir Havnar Hornorkestur 110 ár. Ein góð sømdargáva frá kommununi fyri langt og ríkt tónleikavirksemi hevði verið at givið Havnar Hornorkestri størri rásarúm.

 

Tórsgøta

Ímynda tær Tórsgøtu lívgaða upp við flísum og steinum. Gongugøta burturav, har tú kanst uppliva yðjandi lív og list, og har tú í hugnaligum friskjóli við runnum kanst sessast og stytta tær stundir. Tórsgøta, sum við sínari gomlu søgu og bygningum, modernaðum matstovum og gistingarhúsum, dregur føroyingar og ferðafólk til býin.

 

Rógvi á Rógvu

Vælevni hjá Tjóðveldi