Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Memento mori

2020-03-22 13:07

Í mei 2019 varð veðurlagsverkfall hildið á Glasi. Eg varð spurd, um eg kundi halda eina røðu í samband við tiltakið. Hendan røðan vendir aftur til mín í hesum døgum, eitt lítið ár síðani at hon varð hildin. Her er eitt brot úr henni:

“Memento mori” er eitt latínskt orðafelli, sum merkir “minst til at tú skal doyggja!” Hetta er eitt orðafelli, sum minnir okkum á, at lívið ikki er ævigt, og at vit eins og alt annað lívrunnið hava eina avmarkaða tíð á jørðini. Orðafellið varð upprunaliga brúkt fyri at undirstrika, at óansæð hvussu nógv vald og hvussu nógvan pening einstaka menniskja hevur, meðan tað er foldum á, so slepst ikki undan deyðanum. Tað ber ikki til at keypa seg til eitt ævigt lív.

Munnu vit, seinmodernaðu menniskju, hava gloymt ella fortrongt hetta orðafellið? Ofta tykist tað so, vit gera í øllum førum sera nógv fyri at láta sum um, at deyðin og forfallið ikki er ein vissuligur partur av lívinum. Í dag er tað at fáa eina kosmetiska plastikskurðviðgerð eins og natúrligt sum at fara til læknan. Vit vilja vera “forever young”, og vit halda, at alt ber til. Vit KREVJA, at alt ber til! Vit eru uppvaksin við sloganinum hjá Nike, “Just do it”, tankin um at øll verðin er til fyri okkara skyld, og vit kunnu gera, hvat sum helst, og fara hvar sum helst!

Men hov! Hvat sker?? Móðir Jørð setur knappliga føtur í spenni, vil ikki meira, orkar ikki okkara lívsstíl meira. Hon slær frá sær, og hetta ikki við mýkindum... Kortini hava vit sera torført at lurta, at akta... Sum ein uppreistrarsinnaður tannáringur flúgva vit enn meira, tí tað er so bíligt, keypa vit enn meira skrambul, klæðir, taskur, skógvar, tí tað er so bíligt, at vit kunnu koyra tað í skrell aftan á at hava brúkt tað eina ferð ella als ikki, og vit byggja enn meira...og, og, og... Eg kundi hildið áfram...

Tað vil eg kortini ikki. Eg vil ikki bert standa við einum moralskum peikifingri, tí glottar eru at hóma. Eins og tað várar spakuliga í Føroyum (kavin bránar um ikki annað!), grasið grønkar, og náttúran vaknar spakuliga, so eru tit ungu við til at skapa eina hugburðsbroyting í okkara samfelag. Við tykkara treystleika og vilja at seta veðurlagsbroytingarnar í miðdepilin hvønn fríggjadag.

Latið okkum vóna, at hendan hugburðsbroytingin eisini kann skapa eina lívsstílsbroyting, tí annars er einki vunnið!

“Memento mori!”

Nú er mars 2020, várið er ávegis. Føroyar og øll verðin eru steðgað upp, men náttúran livir sítt lív. Mikroskopiska lítla virusið við tí vakra navninum, Korona, hevur tvungið okkum øll at steðga á, at ansa eftir, ja, enntá at fara í sóttarhald fyri at verja hvønn annan, fyri at verja mannaættina.

Hetta er alt ræðandi og ófrættakent. Vit kenna ikki morgindagin, og vit vita ikki, hvør verður sjúkur, og hvør kanska ikki yvirlivir.

Spurningurin er, hvussu verðin sær út, tá alt hetta er yvirstaðið. Eingin veit, um vit fáa okkara vanliga gerandisdag aftur. Eg tulki hesa heimsfarsóttina sum eitt tekin um, at vit ikki kunnu halda áfram, sum vit hava gjørt alt ov leingi. Tað er eingin ivi um, at forbrúk, oyðsl, ferðing, massaturisma og globalisering eru atvoldin til, at øll verðin upp á so stutta tíð hevur “stongt”. Hinvegin trúgvi eg, at Móðir Jørð fegnast um hesa “steingingina”.

Eg vóni inniliga, at hendan heimsfarsóttin lærir okkum, at vit menniskju megna einki einsamøll, at vit øll eru tongd at hvørjum øðrum, og at vit tískil øll hava ábyrgd fyri hvørjum øðrum. Bert við at standa saman (í fjarstøðu) megna vit hetta.

“Memento mori” – tí lívið er dýrabart