Býráðslimur í Tórshavnar býráð

Les meir á http://bjorgdam.blogspot.com

Meiri enn tú væntaði!

2015-06-06 03:47

 Nú fólkatingsval er útskrivað, síggja vit, at hóast allir flokkar fegnir bjóða seg fram at taka við valdinum, so eru ætlanirnar við hesum valdinum sera ymiskar. 


Seinastu setuna hevur Javnaðarflokkurin haft Sjúrða Skaale í folkatingssessinum. Hettar man tó fáur ivast í, tí fólkatingsarbeiðið er blivið sjónligt fyri føroyingin og flokkurin hevur víst í verki, hvat sessurin kann nýtast til. Við ótrúligum ágrýtni og hegni at skipa fyri hevur Sjúrður brúkt sessin til at upplýsa - til tíðir við dirvi og til tíðir við skemti - og hann saman við flokkinum hevur slóðað fyri einum nýggjum arbeiðssetningi fyri fólkatingsumboðini. 

Javnaðarflokkurin meldaði út fyri seinasta val, at tann ið valdur varð, fór at røkja fólkatingsarbeiðið burturav. Hendan raðfestingin, dugnaskapur og evnini at fara konstruktivt til verka, hevur uttan iva gjørt, at so nógv er komið av skafti.

Vinna, gransking, útisetar og føroyska samfelagið sum heild, hava øll merkt ágóðan av okkara umboðan á Fólkatingi. Tað er eitt tilvitað val, at javnaðarumboðið skal arbeiða fyri og umboða allar føroyingar, og at tað skal vera forlongdi armurin hjá Løgtinginum. Tí kanst tú - óansæð hvønn flokk tú velur til løgtingsvalið - trygt velja Javnaðarflokkin til Fólkatingsvalið. Vit eru einasti flokkur, sum klárt meldar út, at vit arbeiða fyri allar føroyingar. 

Vit ávirka, har vit á nakran hátt kunnu. Tað fór til dømis ikki afturvið borðinum, tá vit sótu í eini lyklastøðu, har møguleiki var fyri at styrkja okkara gransking og tryggja, at Fargen kundi halda fram. 

Tað er soleiðis, politikkur er, tað er soleiðis, vit gera mun.

Umframt Fargen hava vit nógv úrslit at vísa á; nógv fleiri enn tú helst hevði væntað frammanundan!  Vit hava víst, hvussu sessurin skal nýtast til frama fyri allar føroyingar.
 
Vel úrslit - vel Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið.

Bjørg Dam, valevni Javnaðarfloksins til fólkatingsvalið.