Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Meira lív í miðbýin - okkara høvuðsstaður

2020-10-14 13:30
Kommunalpolitikkur - 

Tórshavn er okkara høvuðsstaður. Tað er kortini nógv eftir á mál fyri at miðbýurin hevur tey eyðkenni, sum ein høvuðsstaður eigur at hava. Vit mugu gera nógv meira fyri at seta meira lív í miðbýin

Tað fyrsta, sum kemur mær og mongum øðrum til hugs, tá vitjað verður í einum høvuðsstaði ella stórbýi er, hvar er miðbýurin ella býartorgið - hví? Tí tað er har tú finnur sálina ella hjartaði í býnum.

Tað er í miðbýnum ella á torginum, har spennandi útboð er av matstovum, café´um, handlum, savnan av nógvum fólki - og ongi akfør, soleiðis at ein í friði og náðum trygt kann spáka runt sjálvur ella saman við øðrum.

Miðbýurin er eisini, har lív valdar nærmast døgnið runt - trekkplástrið í einum býi.

Í Tórshavn hava vit ikki ein veruligan miðbý ella torg ella gongugøtu, har vit kunnu siga, at tað er har lívligt virksemi er savnað, t.d. ein skipað høvuðsgøta. Virksemið er alt ov spjætt og óskipað, koyrandi akfør, parkering o.a.

Og eftir kl. 18 er so at siga alt virksemi lagt stilt og sýnisgluggarnir myrkalagdir. Nakrir handlar lata kanska ikki upp fyrr enn langt út á dagin, t.d. er trupult at fáa sær ein morgunbrunch í vikuskiftinum.

Eitt hjartasuff - steinsetningin á verandi gongugøtu í býnum er sera óhóskandi ella óslætt til vanliga gongu, rullustólar, eldri fólk o.o. Henda steinsetning eigur tí at skiftast út.

Tað eru gjørdar miðbýarætlanir nú í mong ár fyri Havnina, men tað vísir seg at ganga sera seint at seta gongd á eina ætlan, sum veruliga sæst aftur í miðbýnum.

Sjálv reki eg vinnuligt virksemi í miðbýnum og havi tí møguleika at fylgja við virkseminum.

Eg haldi, at tað, sum vantar er m.a.:

· Gongugøta - ein høvuðsgøta -í miðbýnum uttan akfør, møguliga innilokast

· Býarplanlegging - matstovur, cafe´ir og handlar í gongugøtu skulu leggjast á 1. og 2. hædd og skrivstovur á 3.-4. hædd

· Býarplanlegging - leggja tænastuvirksemi í gongugøtu, sum er latið upp fyri fólki størst møguligan part av døgninum, og uttan akfør

· Lata Havnará uppaftur

· Planta hóskandi trø og seta upp fleiri beinkir í høvuðsgøtuni, skapa hugna

· Busskoyring víðkast til tíðspunktir, har fólk kunnu brúka sína frítíð í býnum

Harafturat eiga vit at menna ferðavinnuna, upplivingarvinnuna og vinnuferðavinnuna, og soleiðis fáa ment vinnuliga tænastuvirksemi í høvuðsstaðnum og Føroyum annars.

Stendur tað til mín, skal hetta vera framtíðar Havnin.

Ein atkvøða fyri mær vil gera sítt til, at vit kunnu fáa meira lív í miðbýin og høvuðsstaðin.

Harriet Høgnesen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN