Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

MEIRA LIST Í ALMENNA RÚMINUM

2020-11-08 18:58

Listasavnið er fantastiskt og har kann mann fara aftur og aftur og uppliva góða list á skiftandi framsýningum umframt ta føstu framsýningina. Eri sera glað um at býráðið júst játtaði at fordobla stuðulin til Listasavnið (frá 150 til 300tús/árliga), tí savnið skapar sanniliga stór virðir fyri býin.

Men list skal ikki bara upplivast á søvnum og tí er tað umráðandi at vit eru umgyrd av list har vit eru - í almennum bygningum og í býrarrúminum. Tá tú ótilivitað møtir list ger hon okkurt annað við teg, tú gerst kanska forvitin og uttan at vita av tí fert tú at seta prís uppá tað vakra í listini.

 
Vit hava roynt at sett listina á breddan hesa býráðssetuna.
       
- Hava arbeitt miðvíst og sett pengar av til at gera eina standmynd ella eitt minnismerki yvir Andreu Árting - arbeiðið er í gongd og hon skal standa í Steinatúni
- Vit hava fingið fleiri framsýningarhølir til list - Aulan í Finsen, Myllers pakkhús, Perlan og Reinsaríið - umframt Smiðjuna í Lítluvík
- Umstøður eru nú til at skapa list - fleiri venjingarhølir til tónleikarar, listahøll í Finsen, Hans Andriasar hús til rithøvundar og leiklistafeløg
- Gøtulist í Tórsgøtu, har stórir húsaveggir eru listprýddir
- Flaggskipið innan tónlist er Symfoniorkestrið - har hava vit júst fordobla játtanina til Føroya Symfoniorkestur (frá 250 til 500tús kr)
- Nýggju skúlarnir - Musikkskúlin og Skúlin á Fløtum - er ómetaliga flott listprýddir og eru verdir at vitja bæði fyri arkitekturin og listina
- Vit hava sett eitt Listaráð, ið gevur umsiting og politikarum ráð og íkast til list og estetikk í býnum, m.a viðv. býarrúmum, ljós- og ljóðlist, standmyndum og øðrum.

 
Tað er ivaleyst eftir at tríva í tá tað kemur til at styrkja listina og gera hana meir sjónliga og atkomuliga hjá øllum borgarum - børnum og vaksnum - í kommununi og hesum fari eg framhaldandi at arbeiða við um eg veri vald.

Gunvør Balle, valevni fyri Tjóðveldi