Eg eiti Tummas Pauli av Reyni, eri 36 ár,føddur og uppvaksin í Havn.

Fólk flest, ið fara á val, hava áðrenn tey traðka inn í valhølið, longu gjørt av hvar krossurin skal setast. Tað er av stórum týdningi at krossurin verður settur rætt, siga tey flestu, og hóast orðingin er heldur keðilig, so er hetta sannleikin, tí tey ið koma at mynda býraðið komandi árini, skulu jú vera skikkað til hesi álitisstørv.
Tað at sita í einum býráði snýr seg ikki um, at hevja seg sjálvan, ella at gera seg so sjónligan sum møguligt, tað snýr seg um, at umboða borgaran á ein so virðiligan og álítandi hátt sum gjørligt. Sum býraðslimur er eisini av stórum týdningi, at duga, og hava teir eginleikar, ið skulu til fyri arbeiða saman í einum toymi. Toymið sum mannar býraðið, má arbeiða professionelt, og ikki mann ímóti manni, flokkur ímóti flokki, ella samgonga ímóti andstøðu. Við ørðrum orðum ynski eg at komandi býrað fyrst og fremst hugsar um vanliga borgaran.

Tummas Pauli av Reyni

Valevni Sambandsfloksins

Meir fyri hvørja krónu

2012-10-12 03:26

Fíggjastøðan hjá Tórshavnar kommunu er nakað, ið hevur verið nógv í andglettinum seinasta árið.

Feilmetingar í samband við íløgur og viðlíkahald av kommunalum ognum og óskipaðar framtíðarætlanir hava gjørt, at skattgjaldarin hevur fingið minni fyri peningin, enn hann átti.

Feilmetingarnar hava havt við sær, at væl minni av peningi hevur verið til íløgur og rakstur, tí hevur tað verið torført at rikið ein støðugan fíggjarpolitikk, og heldur hetta fram kann hetta hava við sær, at skatturin verður settur upp ella at sparningar mugu fremjast.

Loysnin, fyri omanfyri nevnda, er, at tað í framtíðini neyvt má haldast eftirlit við, at játtanir til íløgur og rakstur verða hildnar. Hetta skal m.a. gerast við mannagongdum, ið tryggja, at eftirlitið við ymsu verkætlanunum verður neyvari, og at tær deildir og nevndir, ið varða av uppgávunum, loypandi verða kunnaðar um viðurskifti, ið kunnu hava við sær óvæntaðan meirkostnað.

Samstundis má gerast ein langtíðarætlan fyri íløgur, rakstur og viðlíkahald, soleiðis at kommunan kennur sínar útreiðslur komandi árini. Hetta fer at hava við sær, at sveiggini í búskapinum gerast minni, og tryggjar hetta eisini borgaran ímóti óvæntaðum skattahækkingum og niðurskurði í tænastum.

Hesi inntriv fara at gera, at øll í Tórshavnar Kommunu, í framtíðini, fáa meir fyri skattakrónurnar enn í dag.

At fáa meir fyri hvørja krónu, er eitt av hjartamálunum, ið eg vil arbeiða fyri, um eg veri valdur inn í býráðið.

Tummas Pauli av Reyni

Valevni Sambandsfloksins