Marknagilsdepilin - Eitt stig fram og tvey aftur

2012-12-27 22:57

Tað er eitt sera óheppið signal, at politiska skipanin nú byrjar at sáa iva um skúlabyggingina á Marknagili.


Allir politiskir flokkar hava lovað føroyska ungdóminum nýggjan skúla, tí verandi karmar bæði á Tekniska skúla, á Handilsskúlanum og á Føroya Studentaskúla í Havn eru út av lagi vánaligir.


Vit hava sum politisk umboð ár undan ári á veljarafundum  í Hoydølum og á øðrum skúlum staðið og lovað, at hetta er síðstu ferð, at veljarafundir verða hildnir á hesum staðið, næstu ferð verður tað í nýggjum skúla og undir betri kørmum.


Bara hetta átti at givið okkum øllum ein beiskan smakk í munnin.


Men nú tað stundar til, at vit skriva 1. jan. 2013, tað árið, har skúlin sambært verklagslógini skuldi standa liðugur, hoyra vit ta einu undanførsluna  fyri og aðru eftir, fyri at hendan verkætlan ikki skal síggja dagsins ljós. Summi meta kostnaðin ov høgan, onnur at bygningurin ikki hóskar seg til føroyska veðurlagið, og uppaftur onnur vilja nú heldur hava eitt nýtt Fróðskaparsetur.


Var fíggarliga grundarlagið undir verkætlanini nóg væl undirbygt

Nógv hava fingið kaldar føtur, nú tað vísir seg, at verkætlanin er vorðin 150 mió dýrari enn upprunaliga ætlað. Tað tykist sera undarligt, at hetta kemur sum eitt ”big surprise” fyri fleiri í politisku skipanini.


Ístaðin fyri at seta spurnartekin við Landsverk, so haldi eg, at politiska skipanin skal taka í egnan barm og taka fulla ábyrgd av, at kostnaðarmetingin ikki heldur. Undir viðgerðini í Tinginum varð  fleiri ferðir víst  á veika fíggjarliga grundarlagnum undir verkætlanini, soleiðis sum tað varð greitt frá í verklagslógini.


Tá verklagslógin varð samtykt í 2008  lá ongin útgreinað byggiskrá ella projektering við í lógini, sum neyvt kundi geva Tinginum greiðar ábendingar um kostaðin, og somuleiðis var hvørki innbúgv ella serlig útgerð, eitt nú KT útgerð  við í upprunaliga kostaðinum á 391 mió.


Tann einasta fíggjarliga metingin var ein fermeturprísur á 23.000 x 17.000 fermetur. Enntá í viðmerkingunum til lógaruppskotið segði Landsverk, at tey ikki kunnu standa inni fyri tí upphædd og tí fermetratali, sum eru nevnd í uppskotinum og sagt verður í teirra viðmerkingum:


”Við tað at skotbráið er stutt, hava vit ikki havt stundir til eina gjølla viðgerð av lógaruppskotinum, men vit meta, at grundarlagið fyri kostnaði og arealtørvi, nú studentaskúlin er komin við í verkætlanina, er so veikt enn, at vit sum byggiharri ikki kunnu standa inni fyri tí uphædd og tí fermetratali, sum eru nevnd í uppskotinum”.


Tí er tað so harmiligt, at politikarar kropp á kroppi nú stíga fram og siga, at verkætlanin er vorðin ov dýr samanborið við játtaðu upphæddina í verklagslógini, tá tann veruliga ábyrgdin liggur hjá   politiska myndugleikanum sjálvum. Politiska skipanin eigur tí at  taka í egnan barm,  so at flaggskipið í føroyskari skúlasøgu kann koma aftur á beint.


Fleiri melda seg til at geva landinum olmussu, eitt nú borgarstjórin í høvðusstaðnum, og tað er alla æru vert, men vit eiga sum landspolitikarar at megna at bera eina slíka verkætlan ígjøgnum, alt annað er ein fullgjørd ”falliterklæring”.


Tað eru brúktar 40 mió longu nú, og spakin er ikki settur í, og at broyta kós enn einaferð er bert pluff og vánalig nýtsla av skattaborgarans pengum, og tí skal spakin setast í ongantíð ov skjótt.


Verkætlanin á Marknagili er sera  prinsipiel, og vit í politisku skipanini skylda hvør sær føroya fólki at geva okkara støðu til kennar í hesum máli. Tað er nú, vit skulu standa saman í politisku skipanini, tað er nú,  vit í verki skulu vísa, at vit taka fólkafráflytingina í stórsta álvara, tað er nú, vit skulu vísa ábyrgd og áræði føroya ungdómi og føroyskari framtíð at frama.


Annika Olsen, Fólkaflokkurin