Marghøll í vesturbýnum

2012-11-02 05:22
Nú landið fer at byggja spennandi skúladepilin í Marknagili, fer ein stórur hópur av ungdóminum í býnum,at halda til í vesturbýnum í Havn ein stóran part av degnum. Aktivur livandi ungdómur, sum bæði kann og vil so mangt annað enn bara at ganga í skúla. Trongligt er í Havnini við hallum til ítróttarlig tiltøk og tær sum eru, verða í dag brúktar frá morgni til myrkurs – og nakað væl afturat.
 
Oftani er brúk fyri at hallirnar rúma øðrum enn teimum íðkandi og umstøðurnar at húsa størri nøgd av áskoðarum til størri kappingar ella serliga spennandi dystir, - tær eru faktisk rættuliga smáligar her í Havn.
 
Sostatt tørvar okkum eina størri høll, sum kann rúma nógvum ymiskur ítróttarligum virksemi, men sum eisini gevur góðar umstøður til tey, sum á einhvønn hátt eru við at stuðla og stimbra ítróttini og kappingunum. Samstundis kann ein slík høll skipast soleiðis, at hon kann rúma øðrum tiltøkum, sum krevja rúmligar umstøður.
 
Áhugaverda ætlanin hjá hondbóltsfelagnum Neistanum, at byggja eina venjingarhøll við Landavegin er fyribils steðgað. Haldi tað er so upplagt, at Tórshavnar kommuna tekur tráðin uppaftur her og heldur áfram við arbeiðinum. Kommunan kundi bygt eina marghøll, sum gevur rúmd fyri nógvum ítróttarligum virksemi. Har møguleiki er fyri at hýsa størri kappingum, sum krevja rúmd til nógvar áskoðarar, t.d. oyggjaleikakappingum, landsdystum og finalum í ymsum ítróttargreinum. Høllin kann somuleiðis samvirka við spennandi grannan uppi í Marknagili, skúladepilin.
 
Javnaðarflokkurin vil skapa góðar umstøður fyri ítrótti ogfrítíðarvirksemi í Tórshavnar Kommunu og seinastu árini er væl vunnið fram á leið. Nógv er tó eftir, sum vit vilja virka fyri á hesum økinum. Við at velja Javnaðarflokkin til býráðsvalið tryggjar tú, at kósin verður hildin - og við at velja meg tryggjar tú ein at arbeiða fyri hesum!
 
Maria Hammer Olsen, býráðslimur
Valevni fyri Javnaðarflokkin til Býráðsvalið