Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Manngarð um Miðnám

2019-08-30 12:52

Miðnámskúlin í Hovi í Suðuroy er komin í tryggu legu – í øllum førum fyri fyrst. Skúlin er nú sjálvstøðgur við egnum rektara. Skúlin kann nú sjálvur stinga sær ætlanir út í kortið og er ikki tvingaður at undirskipa seg menningina á øðrum skúla. Vónandi verður hetta stórur fyrimunur.

Men fyri bara góðum tveimum árum síðan stóð á gomlum nøglum.
Skúlin í Grønadali var um reppið at missa hugbreytina, tá hevði bara náttúrubreytin verið eftir. Tá hevði helst ikki verið leingi, til miðnám í Suðuroy var farið fyri bakka.

Tað leikaði hart á. Lærarar á skúlanum saman við øðrum, ið vildu skúlanum væl, stríddust ein harðan dyst. Eg var við í hesum stríði allan vegin. Tað var okkum ein stórur lætti, tá tað ikki bara eydnaðist at bjarga hugbreyt, men eisini at fáa sett FHS á stovn og sett búskaparbreyt á stovn.


Tað vita øll, hetta hevði ikki eydnast, um Fólkaflokkurin sat við landsins leiðslu.
Skúlin hevur nú munandi betri umstøður at skipa síni tilboð og undirvísingargongdir.
Alneyðugt er, at okra ungdómur - t.e. okra framtíð - fær hóskandi skúlatilboð í oynni, bæði til at menna seg sjálvan og samfelagið her, tá ið tey koma aftur eftir loknan lestur.

Skulu tey ungu í Suðuroy standa seg í modernaða samfelagnum er neyðugt við teimum røttu útbúgvingunum.


At varðveita ungdóm okra í oynni er alneyðugt fyri samfelagið her. Hesin ungdómur gongur ikki bara í skúla, men tekur lut í øllum handans og andans viðurskiftum í oynni annars. Sera tómligt hevði verið, høvdu tey manglað í oynni.

Sum javnaðarmaður fari eg framhaldandi at arbeiða fyri at útbyggja Miðnám í Suðuroy. Næsta mál er at fáa partar av yrkisútbúgvingunum til Suðuroy.
Málið er, Suðuroyar ungdómur skal javnsetast mest møguligt við ungdómin norðanfyri.
Tað verður Suðuroy og øllum Føroyum at gagni.

Lat okum øll gera manngarð um Miðnámsskúlan í Suðuroy.

Bjarni Hammer,
Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin