Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Manglandi visión í SSL-leiðsluni og vána telving millum politikkarar!

2021-04-28 11:08

Ja, orsaka! Tað er ljótt at siga, at tað manglar visión í SSL-leiðsluni. Men samstundis vita vit, at leiðslan alla tíðina hevur kent aldurin á øllum ferjunum kring landið. Hetta kann ikki koma óvart á! Hví skal manglandi visión í SSL-leiðsluni hava við sær, at tað er so trupult at liva og virka í Nólsoy?

Ja, tað kann væl vera, at undanfarnu politikkarar einki gjørdu. Men hví skal tað verða undanførsla til einki at gera nú? Hví skal vána politisk telving hava við sær “runublaking” og undanførslur, heldur enn at tryggja framburð?

Tað kann ikki bera til, at tunnilsætlanir køva visiónir um trygt og álítandi ferjusamband millum oyggjarnar. Tað kann ikki bera til, at tá ið tað almenna skipar tunnlar heldur enn ferjur, so skulu ferjurnar brádliga privatiserast. SSL er landsuppgáva , ið mest sannlíkt bert fær yvirskot um ferðaætlanirnar eru nýtiligar og ferðafólk uttanlands rinda eyka.

Hví skulu vit í Nólsoy dragast við Erlu Kongsdóttir, tá ið SAM skal á beding? Erla Kongsdóttir má annaðhvørt kunna nýtast sum eykaskip, ella má hon seljast - meðan nýggjastu rútarnir enn hava eitt virði.

Hví skal ferðaætlan broytast, bert tí at eykaskip verður sett inn? SSL má hava eina visión um at flyta arbeiðsfólk, bygdarfólk, skúlanæmingar og ferðafólk/gestir trygt og lætt – ALT ÁRIÐ! Tað nyttar einki at broyta ferðaætlanir bert tí at eitt eykaskip skal røkja farleiðina eina løtu. Nær verður tosað um eina optimala ferðaætlan, ið hóskar til Nólsoyar í 2021 og nøkur ár fram?

Ternan sýntis øgiliga stór fyrstu dagarnar. Men hon hevur roynst væl og vónandi kunnu hesar 18 mió. kr. tryggja okkum nøktandi farleið í 1½ ár - tað er tíðin tað tekur at projektera og byggja nøktandi ferju á MEST.

Vónandi "gruggar" hetta ikki almennu hoyringina, men kann heldur skunda undir, at vit onkunsvegna fáa eina ferðaætlan, ið ikki er eitt "halt kjaft bomm" . Politikkarar mugu lata SSL umsita so mikið av fígging, at til ber at røkja uppgávuna og SSL má hava so frægt av visiónum og ætlanum, at politikkarar hava nakað at fyrihalda seg til.

Jákup av Skarði