Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Mál okkara – rættindi, førleikar, hjálparamboð og tilfar

2015-09-01 13:19

Tað, at vit í Føroyum – so fáment vit eru – eiga eitt livandi og tíðarhóskandi mál, er einki minni enn ein tjóðskaparligur sigur, og hann er ikki sjálvsagdur. Tí tekur Framsókn undir við átøkum, sum hava til endamáls at røkja málið, so tað støðugt er livandi.

Framsókn hevur í hesi tingsetuni havt fleiri fyrispurningar til landsstýrismannin um støðuna hjá føroyskum, hjá teknmáli og í mun til málpolitikk – eisini fremmandamálsundirvísing í Føroyum og føroyskt fyri útlendingar.

Svarini benda á, at ikki so nógv ferð hevur verið á tí miðvísa arbeiðinum við at menna arbeiðið við føroyskum máli og eingin kós er at hóma í mun til hvønn fremmandamálspolitikk almennu Føroyar hava og heldur ikki er teknmál enn viðurkent sum móðurmál teirra deyvu.

Øll menning í Føroyum er knýtt at sjálvbjargniskraftini, har eisini hetta at standa sjálvstøðug málsliga allar dagar hevur verið natúrligur partur av tjóðarbyggingini.

Føroyskt skal staðfestat sum almenna málið í Føroyum. Teknmál skal viðurkennast sum móðurmál teirra deyvu. Vit skulu hava ein almennan málpolitikk, sum tekur atlit til málførleikar sum heild hjá øllum føroyingum og nýkomnum borgarum – eisini í mun til hvørji fremmandamál børn og ung hava høvi at læra – og á hvørjum skúlastigi.

Málnevndin, Nám, forløg og ikki minst høvundar og onnur, sum arbeiða við føroyska málinum innan málfrøðina, orðabókagerð og –røkt,  gransking, undirvísing, útgávu, við filmi og miðlatilfari, KT amboðum, bókmentum og skaldskapi í víðastu merking – hesi og fleiri við gera eitt arbeiði, sum tað er ómøguligt at seta VIRÐI á. Tí skulu vit SETA virði á arbeiðið og proaktivt stimbra, eggja og geva frælsi – eisini fíggjarligt – at virka.

Vel ein virknan málpolitikk

Hanna Jensen

Framsókn