Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Lutaíbúðir og leigubústaðir kring alla kommununa

2020-10-14 07:35


Sambært kanning hjá Tórshavnar kommunu ynskir 4.hvør borgari ein leigubústað. Gongd er nú veruliga komin á at fáa leigubústaðir til vega og á jólum í ár standa 48 lyklaklárar leiguíbúðir undir Kongavarða, og fyri heystferiuna samtykti byggi og býarskipanarnevndin at bjóða út lendi til 48 leigubústaðir afturat millum Horna. Men neyðugt er at halda áfram við at nøkta tørvin kring alla kommununa. Ì Tórshavn eru fleiri upplagt øki at byggja leigubústaðir ella í øðrum lagi lutaíbúður, eitt nú á Frúutrøð og á Dalavegnum, men tørvurin er stórur í øllum  bygdunum í kommununi.   Hetta er bæði galdandi í Havn, í Nólsoy, í  Kaldbak, á Hvítanesi, í Kollafirði,  á Velbastað og í Kirkjubø, meðan ynski um grundstykkir til summarhús hevur verið á raðfestingarlistanum í Hesti.


Ynski er, at vøkstur er í øllum økjum í kommununi, og tí skal  bústaðarpolitikkurin endurskoðast, soleiðis hann eisini fevnir um bygdirnar í kommununi.


Annika Olsen


Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til kommunuvalið