Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Lokala vinnan skal hava bestu karmar

2020-10-16 13:08

Vinnulívið í Runavíkar kommunu mennist alla tíðina, og er hetta ein stórur partur av okkara samleika. Fyri at vit sum kommuna skulu stimbra um okkara vinnulív og hjálpa til at menna hetta víðari, er tað ein fortreyt og sera týdingarmikið, at hugsa lokalt, tá ið arbeiði vera bjóða út og lata lokalu vinnuna vera við sum mest møguligt.

Vinnu – og handilslívið skal hava bestu karmar

Eitt virkið vinnulív er fortreyt fyri trivnaði og menning í eini kommunu, og vit sum borgara eru neyðugir fyri vinnulívið. Og um vit skulu trívast, er ein góð og vælvirkandi vinna neyðug. Eitt av mínum hjartamálum er at tryggja vinnuni bestu karmarnar at virka undir. Og fyri at náða longst, hevur tað týdning at lurta eftir teimum sum virka í vinnilívinum.

Við at taka vinnuna við uppá ráð, og við at samstarva um, at skapa bestu karmar fyri vinnulívið, kunnu vit gera okkara besta fyri at tryggja inntøkur í kommunukassan, sum er alneyðugur til at fíggja betri tænastur til okkara eldru, at lætta um hjá barnafamiljum og til okkara skúlar og dagstovnar. Alt hetta hongur saman.

Men tað hevur sera stóran týddning, at hugsa lokalt so vítt sum møgulig, og soleiðis skal tað vera tikið hædd fyri, at lokalu fritøkurnar skula hava fyrstu møguleikarnar, at bjóða seg fram. Hetta kann gerðast á ein slíkan hátt, at ein útbjóðingarportalur verður gjørdur og alt sum kommunan bjóðar út, fer í gjøgnum hendan portalin. Og treytnar fyri at kunna bjóða seg fram til eina útbjóðing, skal vera at tú ert partur av lokalu vinnuni. Og er tað eitt arbeiði sum lokala vinnan ikki klárar, kann hetta gerðast í samstarv við aðrar.

Lat okkum í Runavíkara kommuna skapa ein miðdepil fyri vinnulívið og hartil fáa eina rúgva av mennandi vinnulívið í okkara økið. Hetta farið eg at arbeiða fyri

Vinjard Johansen

Valevni á Lista A til Býráðsvalið í Runavíkar kommunu