Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Løgtingsval 2019, í morgin 31.august ...

2019-08-30 13:17

Føroyska fólkaræðið er stak livandi og virkið, og hevur verið ein fragd at luttikið í valstríðnum, hitt fólk sum stilla upp, og veljarar kring landi. Valstríðið hevur verið langt hesaferð og síðan Ólavsøku inntil nú hevur veljarin hoyrt upp á hvat ymisku flokkarnir og valevnini hava at bera fram, í valsendingum, í bløðunum, á veljarafundum og á sosialu miðlunum. Bylgjurnar hava gingið nakað høgt nakrar ferðir, og kjaki heitt til tíðir. Hetta er lívæðrin í einum sunnum fólkaræði,at vit eru samd um at vera ósamd.

Tó eru eisini flokkar og valevnir, sum geva veljaranum ta fatan, at alt ber til, og einki er óført. Hetta ljóðar, sum søtur musikkur í okkara oyrum, og lætt er at lata seg draga upp á tráð, men innast inni vita vit væl, at hetta nokk er ein avmarkaður sannleiki..

Okkara fólkaræðið er eitt umboðandi fólkaræði, har tú 4 hvørt ár velur eina, ella ein, tú heldur umboðar tíni politisku sjónarmið og áhugamál á besta hátt. Eisini er galdandi at hevur politikarin, ella flokkurin tú valdi við seinasta Løgtingsval í 2015, ikki gjørt tað viðkomandi segði seg vilja gera, er dagurin í morgin 31.august, eitt høvi at siga frá, at hetta var ikki gott nokk, og tú velur onkran annan tú hevur meira álit á, og tiltrúgv til.

Tó, hyggur ein eftir avrikum seinasta samgonga ( flokkur C,E og F) hevur fingið frá hondini, so má ein viðganga, at hóast ivasamt politisk stev, til tíðir, eru stór politisk tøk tikin og mál avgreidd, sum undanfarnu samgongur, í áravís ikki megnaðu. Líkamikið um ein er samdur, ella ikki, er hetta eitt tekin uppá konstruktivt, ábyrgdarfult politiskt- samstarv og prosessir, innanríkis og uttanríkis. Føroyar er flutt framá, og hóast lýtir, er land okkara í dag eitt tíðarhóskandi samfelag, har privati og almenni geirin sínámillum samstarva, sum sømir seg einum samfelag, sum lond, serliga í Skandinávia og Útnorðuri eru kend fyri.

Mín áheitan til tín er:”Set krossin við tann politikarin tú hevur álit á, ímillum tey 179 valevnini, sum stillaðu upp hesaferð”.

Gott val øll somul!

Súsanna Olsen, Framsókn.