Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Lógaruppskot um sundurmatrikulering er á veg í løgtingið

2021-09-29 13:44

Lógaruppskot er á veg í tingið, sum skal gera tað møguligt at sundurmatrikulera hús. Tað upplýsti Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, á tingfundinum í dag, tá hann svaraði einum fyrispurningin frá Frimodt Rasmussen, løgtingsmanni.

Eftir galdandi lóg er møguligt at skilja hús sundur, soleiðis at fleiri eigarar kunnu eiga hvør sína íbúð í somu húsum. Men hetta er bara galdandi fyri hús, sum eru grundað eftir at lógin kom í gildi (tað vil siga, at húsini skulu vera bygd eftir 3. apríl 1970). Er talan um eldri hús, ber hetta ikki til.

Henda lógarreglan er gjørd við fyrimynd í donsku lógini, har hugsað verður um teirra bústaðarmarkna. Men bústaðarmarknaðurin í Føroyum er nógv øðrvísi enn tann danski.

Eg setti tí hetta arbeiðið í gongd, meðan eg var í landsstýrinum, og tað er gleðiligt, at Magnus Rasmussen nú kemur í løgtingið við uppskoti um lógarbroyting, sum fer at hava við sær, at útboðið av eigaraíbúðum verður økt.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður