Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru Bergfríða og Hans Thomsen. Eg havi gingið í Tórshavnar Kommunuskúla, verið samfelags-málsligur studentur í Hoydølum og havi nomið mær tónlistarliga útbúgving við Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn við diplomi í gittarspæli. Eg havi arbeitt sum tónleikalærari í Danmark og Føroyum, og í løtuni arbeiði eg sum teknikkari í Kringvarpinum og sum sjálvsstøðugur tónleikari. Eg livi saman við damuni Anniku og 11 ára gomlu Følv. Vit búgva í miðbýnum í Havn. 19 ára gamli sonur okkara, Hans Andrias, er farin niður til Århus at lesa HF.

Eg fokuseri á miðbýin, mentan, list, útbúgving, bústaðir og vinnulív.

Vónandi hugsar tú um meg í atkvøðuboksini tann 13. novembur. Alt tad besta! :-)

Ljótar bygningar? NEI TAKK!

2012-11-01 18:51

Byggilistin er ein tann týdningarmesta listagreinin, sum er. Tú kanst ikki, eins og við tónleiki, sløkkja fyri byggilistini, um tær ikki dámar hana. Og tú kanst heldur ikki so lætt skifta hana út, tá ið hon fyrst er komin. Góð byggilist skapar trivnað og ring byggilist mistrivnað. Tí er neyðugt at byggilistin altíð er á einum nøktandi støði.


Um vit í býráðnum t.d. søgdu við tykkum borgarar, at vit hava tveir bygningar, Ítróttarhøllina á Hálsi og Norðurlandahúsið, og annar teirra skal rívast niður - hvønn vilja tit varðveita? Eg rokni við, at so gott sum øll høvdu valt at varðveitt Norðurlandahúsið - júst tí, at byggilistin er á einum høgum støði.

Hví eg samanberi hesar báðar bygningar? Jú, tí teir faktiskt eru líkir á tann hátt, at teir eru ætlaðir til sama endamál, nevniliga mentanartiltøk. Munurin er bara tann, at Ítróttar (og samkomu) høllin á Hálsi frá 1970 eisini (serliga) er ætlað at hýsa ítróttartiltøkum. Hesin bygningur er sostatt ein “kombiloysn”.

Norðurlandahúsið, sum varð bygt í 1983, varð hinvegin bygt til eittans endamál - mentanartiltøk. Hetta húsið er eitt arkitektoniskt meistaraverk. Tað sæst neyvan aftur á húsinum, at tað næstan eru liðin 30 ár, síðani tað varð tikið í brúk. Hetta er prógv um, at man, tá ið tað varð bygt, ikki kom til neyðsemju um nakað, hvørki tað byggilistarliga ella valið av byggitilfari. Mótstøðan var annars øgilig tá fyrst í 80’unum, at tað skuldi vera óneyðugt at brúka so nógvar pengar uppá eitt mentanarhús. Men tíðin er broytt, og í dag gleðast vit øll um Norðurlandahúsið. Íløgan var jú ikki so stór, um vit hugsa um tað stóra nøgdsemið, sum er komið burturúr.

Moralurin í hesum er, at vit ALTÍÐ skulu byggja vakrar bygningar - uttan mun til, hvat endamálið er. Sjálvt eitt FONGSUL skal vera vakurt! Hví? Jú, tí vit skulu liva við bygningunum tey næstu hundrað árini og helst meir. Um ein bygningur er væl bygdur, heldur hann í fleiri hundrað ár. Og um hann er vakur, er hann jú allar pengarnar verdur. Lat okkum fara burtur frá kombiloysnum og heldur byggja professionelt og málrættað.

Mín støða er tann, at allir arkitektar skulu hava javnbjóðis møguleika at bjóða uppá uppgávurnar, og at fakligheitin skal vera í hásæti. Og tað er mín sannføring, at býráðið altíð skal hava tætt samband við borgaran, tá ið talan er um bygging.

Gittarleikarin og tónasmiðurin Frank Zappa skal einaferð hava sagt: “Writing about music is like dancing about architecture”. Tað, sum hann leggur í hetta er sjálvandi, at tónleikurin skal upplivast. Byggilistin er onki undantak - og tann upplivingin skal helst vera góð.

X-byggilist, X-estetikkur, X-Leivur Thomsen, ein kreativur politikkari, listi E