LJÓS Í SKUGGA - Óli Jacobsen um Njál Djurhuus

2019-12-02 13:31

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

SKRIVAÐ: pjd, Hirtshals 25.11.2019

_____________________________________________________________________________________________________

LJÓS Í SKUGGA

- Óli Jacobsen um Njál McKay Djurhuus

Fríggjadagin 08. november kl.17:00 var bókaframløga í Frelsunarherinum í Tórsgøtu í Havn, har rithøvundurin Óli Jacobsen legði fram sína nýggjastu bók. Talan er um bókina LJÓS Í SKUGGA, sum er lívssøgan hjá Njál Mackay Djurhuus og konu hansara Ernu.

Njál og kona hansara Erna, sum doyði fyri knapt fýra árum síðani, hava síðani sekstiárini verið virkin innan frelsunarherin í Norra. Óli Jacobsen fór undir at skriva hesa sera forvitnisligu lívssøgu, og bert tvey ár seinni, fríggjadagin 08. november, kundi Óli og Njál hava framløgu í Frelsunarherinum í Havn.

Væl yvir tveyhundrað fólk vóru møtt upp til framløguna, har bæði Óli, Njál og systir Njál, Elisabeth, høvdu orði, og hornorkestri, undir leiðslu av Finngerð Djurhuus Olsen, spældi teirra eyðkenda tónleik.

Fyrstu 48 síðurnar eru um barna- ungdóms- og fyrstu manndómsárini í Føroyum. Lívið úti á Reyni verður viðgjørt, har Njál við neyvum orðum greiðir rithøvundanum frá kendum fólki og støðum úti á Reyni og Tinganesi.

Men tað, sum fyllir mest í bókini eru arbeiðsárini innan Frelsunarherin í Noregi, og tá serliga innan umsorganartænastuna í Oslo, sum kallast Fyrlyset. Bókin er væl kryddað við serdeilis spennandi og kenslubornum tilburðum frá villu og miskunarleysu tilveruni, sum heimleysir misnýtarar liva í.

Nógvar søguligar myndir eru í bókini.

Heitið á bókini er LJÓS Í SKUGGA. Bókin telur 215 síður og kostar 240 krónur í bókabúðunum. Tað er forlagið Tjørnustova, sum rithøvundurin er eigari av, ið hevur givið bókina út. Óli Jacobsen upplýsir, at bókin er prentað við upplagi upp á 2.000 bøkur, og at sølan hevur verið ovurhonds góð.

Hetta er bók nr. 9 hjá Óla Jacobsen. Spurdur um ein nýggj bók er í stoypiskeiðini sigur hann, at tað er tað ikki sum er, men at hugskotini eru fleiri.