Eg eri 54 ára gomul, búsitandi í Hoyvík og starvist sum deildarleiðari á SEV.
Áður havi eg starvast innan bankayrkið í 25 ár.
Eg havi nomið mær fíggjar-akademiska útbúgving umframt Diplom í leiðslu.
Eisini havi eg royndir innan fakfelagsarbeiði.
Í frítíðini dámar mær at lesa og ganga túrar.

Ljóðdálking og skip við bryggju

2019-08-30 11:55


Í rúma tíð hevur av og á verið havt á lofti um tørvin á landstreymi til skip, ið liggja við bryggju. Hetta er ein gongd leið, bæði tá um ræður óljóðið av motorunum, ið órógvar náttarsvøvnin hjá borgarunum nærhendis havnini og útlátið frá maskinunum. Umframt hetta kann tað vera ein dýrari loysn at brúka ljósmotorarnar umborð, heldur enn eina loysn við landstreymi við kaikantin.

Kortini er tað so, at loysnin við landstreymi ber við sær víðfevndar og kostnaðartungar tillagingar, ið eru neyðugar at fremja av fleiri pørtum, í tilgongdini til eina burðardyggari orkuloysn hesum viðvíkjandi. Í Noregi eru slíkar skipanir við landstreymi gjøgnumførdar við stuðuli frá almenna orkustuðulsstovninum Enova.

Til tess at skipini kunnu móttaka landstreym er neyðugt við eini íløgu umborð á umleið hálva millión, meðan hvør statión við kaikantin kanska kostar havnalagi/kommunu millum 5 til 10 milliónir. Harumframt má havast í huga at slík íløga eisini leggur bindingar á kaiøkið, við tað at økið ikki kann brúkast til annað virksemi umframt.

Neyðugt er at fara fram við skili og skynsemi eisini hesum viðvíkjandi, tí íløgurnar verða umfatandi. Ein loysn her og nú er tokutala. Orku- og arbeiðsmyndugleikar umframt kaikundar mugu seta seg niður og saman finna eina gongda leið. Harnæst verður neyðugt við eini tillagingartíð, har fígging verður funnin og íløgurnar framdar.

Anna Margretha Otthamar
Valevni fyri Miðflokkin