Lív skal aftur í miðbýin

2012-11-03 21:38

Eg haldi, at tað er breið semja um, at nakað munagott eigur at verða gjørt fyri at fáa lív í aftur miðbýin.

 

Hans Mortensen setti dugnaligu arkitektarnar Gunnar Hoydal, Osbjørn Jacobsen og Mette Skjold til at seta nakrar dreymar og hugsjónir upp á pappír. Hetta er eftir mínum tykki eitt frálíkt arbeiði, sum Tórshavnar kommuna eigur at halda fram við.

 

Fleiri hava ført fram, at nógvir av hesum tankunum hava verið frammi fyrr. Fyri mær merkir hetta bara, at uppskotini eru á rættari leið og eiga vit tí nú at finna út av, hvussu vit fáa hesi hugskot útbygd og gjøgnumførd.

 

Eg eri sannførd um, at neyðugt er við broytingum í býnum fyri at fáa fólk at koma í miðbýin. Tað er eisini neyðugt við fleiri broytingum enn teimum, sum vóru vístar í uppskotinum hjá Hans Mortensen og hansara arkitektum.

 

Men hvussu koma vit so víðari? Mítt uppskot er, at vit seta pengar av til at gera eina ætlan fyri miðbýin, sum hevur til endamáls at fáa fleiri fólk oman í býin. Vit mugu seta ein bólk, sum fær til uppgávu at koma við einum uppskoti, hvussu vit skipa bústaðir, handlar, skrivstovur, parkeringsøki og tilhaldsstøð í miðbýnum. Neyðugt er eisini við einum uppskoti uppá, hvussu ferðslan best verður skipað til og frá miðbýnum.

 

Eg eri sjálv sannførd um, at miðbýurin hevur nógvar kvalitetir, sum eru verdir at varðveita og byggja víðari uppá. Tinganes er eitt fantastiskt øki, Vágsbotnur og Kongabrúgvin eru við tíðini eisini blivin betri. Men neyðugt er eisini við broytingum.

 

Hesar broytingar kundu tikið støði í arbeiðinum hjá Hans Mortensen og tí arbeiði, sum umsitingin í býráðnum hevur gjørt gjøgnum árini.

 

Sjálv haldi eg, at hetta arbeiðið er so týdningarmikið, at vit eiga at seta eina munandi upphædd av til tað.

 

Havnin er einasti staður í Føroyum, sum kann forða fyri fólkaflyting. Miðbýurin hevur kvalitetirnar. Tað einasta sum manglar, er at broyta miðbýin soleiðis, at hesir kvalitetir koma til sín rætt.

 

Eg veit, at hetta er eitt stórt arbeiði, sum fer at taka nógv ár. Men vit mugu eisini gera okkum greitt, at tað er ikki bara kommunan, sum skal gera byggiarbeiði. Tað verða vónandi nógv privat feløg, sum eisini fara at hava áhuga í at útbyggja Havnina við bústaðar-, handils- og skrivstovubygging.

 

Vit skulu øll trívast i Tórshavnar kommunu.

 

Elin Lindenskov

Býráðslimur